Føroyingar fáa nú 350 milliónir at brúka

Nú fáa yvir 28.000 fólk hugaligt bræv frá Taks, men hjá summum er neyðugt at fylgja væl við

Nú kemur frítíðarlønin fyri í ár. Taks boðar frá, at leygardagin 2. mai verður frítíðarlønin á kontu hjá fólki. Tilsamans verða tilsamans slakar 350 milliónir krónur goldnar í frítíðarløn til 28.150 fólk.

 

Tak sigur, at áðrenn frítíðarlønin verður goldin, fáa øll bræv um, hvussu nógv , hvør einstakur fær goldið í frítíðarløn.

 

Tey, sum hava Mínboks, fáa tað at vita longu nú, tann 21. Apríl og tey, ið ikki nýta Mínboks, fáa fráboðanina sendandi við vanligum posti eftir 24. apríl.

 

- Av trygdarávum letur TAKS ikki upplýsingar um peningaupphæddir í telefon og telduposti, sigur Taks.

 

Er ikki annað fráboðað, verður frítíðarlønin altíð goldin á somu kontu sum í fjør , - Freistin at boða frá broytingum er farin, so broytingar, sum verða fráboðar nú verða tiknar við næsta ár.

 

Er kontan, har frítíðarlønin vanliga verður flutt á, uppgjørd, fært tú ein sokallaðan "slipp" sendandi.

 

- Hesin "slippur" skal latast einum av peningastovnunum, sum síðan rindar frítíðarlønina út.

 

Men er "slippurin" ikki er latin peningastovni í seinasta lagi 1. mai næsta ár, fellur peningurin í frítíðargrunnin.

 

Tímaløntir løntakarar hava rætt til 12% í frítíðarløn, og mánaðarløntir løntakarar hava rætt til 1,5% í frítíðarískoyti.