Tað vísir kanningin, sum spyr.fo gjørdi fyri Miðlahúsið.
Tað er einki land á okkara leiðum, sum er so aftarliga, sum Føroyar, tá tað kemur til javnstøðu landsins stjórn. Afganistan tykist vera eitt tað nærmasta, og onnur lond, sum eingin okkara heldur vil samanberast við.
Men kortini er tað úrslitið, eftir at landsstýriskvinnan í javnstøðumálum av øllum, offraði sín landsstýrissess fyri at kroysta eina aðra kvinnu út úr Løgtinginum.
Í kanningini hjá spyr.fo varð spurt, hvat fólk halda um, at bara menn sita í landsstýrinum.
Og svarið er púra greitt: Tað halda føroyingar einki um.
Tað eru bara 8 prosent, sum eru sera væl nøgd við tað, og saman við teimum 17 prosentunum, sum eru »nøgd«, hava vit 25 prosent, sum halda tað vera í ordan.
75 prosent halda hetta ikki vera í ordan. 27 prosent siga, at tey eru »ónøgd« og »48« ella á leið annarhvør okkara, er »sera ónøgd¶ur«.
Tað vísir í øllum førum, at eitt slipsalandsstýri ikki hevur undirtøku millum føroyingar.
Hyggja vit, hvat verljarar í ymsu flokkunum siga, so hevur Slipsalandsstýrið størstu undirtøkuna í Fólkaflokkinum, 71 prosent, og Miðflokkinum, 69 prosent. Í flokkinum hjá løgmanni hevur slipsalandsstýrið undirtøku frá 47 prosentum, áleið øðrum hvørjum sambandsveljara.
Minstu undirtøkuna hevur slíkt mannfólkastýri í Tjóðveldi, har bara 4 prosent halda tað vera í ordan, at bara menn eru í landsstýrinum. Í Javnaðarflokkinum er undirtøkan 13 prosent, í Framsókn 14 og í Sjálvstýrinum 39 prosent.
Taka vit samgongu og andstøðu hvør sær, so halda 58 prosent av veljarunum hjá samgonguflokkunum, at tey eru nøgd við, at bara menn sita í landsstýrinum. Meðan bara 12 prosent av andstøðuveljarunum taka undir við slipsalandsstýrinum.
Tað er ein lítil munur á fólki í Havnar kommunu og fólki uttan fyri Havnina, tí í Havn eru tað 21 prosent, sum halda, at tað er í lagi, meðan tað millum veljarar uttan fyri Havnina eru 28 prosent, sum halda tað vera í ordan, at bara menn stjórna landinum.
Ábyrgdina av hvør mannar landsstýrið eigur løgmaður fyrst og fremst, saman við samstarvsflokkunum. Men fólkið í Føroyum er í øllum førum rúkandi ásamt við løgmann um hetta mál, sambært kanningini, sum spyr.fo gjørdi fyri Miðlahúsið, sama dag, sum fyrsta slipsalandsstýrið var skipað í 18 ár.
Sum vera man kundi løgmaður sagt við flokkarnar, at teir skuldu komið við tveimum uppskotum, eini kvinnu og einum manni, sum landsstýrið ger, tá tey velja nevndir og ráð. Men tað gjørdi løgmaður ikki – og hann góðtekur tað, sum Jóannes Eidesgaard var flóvur av í 2004, tá hann helt, at hann fór í søguna sum tann seinasti løgmaðurin, sum kundi finna upp á at manna eitt landsstýrið bara við monnum.
Spurningur hjá spyr.fo: Hvat heldur tú um, at tað bara eru menn í landsstýrinum?
##med2##












