Føroyska samfelagið er broytt øgiliga nógv síðani kríggið, men átti mangt ikki at verðið gjørt øðrvísi Hetta fer Óli Breckmann at tosa við Petur Jacob Sigvardsen um í beinleiðis sending á Rás2 klokkan 16 í dag.
Petur Jacob Sigvardsen hevur skrivað bókina Frá náttúruhúshaldi til lænta vælferð og tað er við støðið í henni, at tosað verður um broyttar tíðir og broyttar siðir í Føroyum. Óli Breckmann staðfestir, at tær smærri føroysku bygdirnar hava mist nógv fólk síðan kríggið, og stórplássini eru nógv vaksin.
|
- Nú verða tey uppald sum á ’samlibandi’ á almennum stovni.
Heilin á okkara børnum varð fyrr lærdur til at minnast, at stýra okkara hondum og fótum í dagsins arbeiði á sjógvi og landi. Í dag verða børnini ald upp sum robottar við endan á einari I-phone, I-paddi og teldu. Minni munur er á, um tey vaksa upp í Føroyum, á evropeiska meginlandinum ella í Amerika. Tann andaliga føðin er hin sama.
Føroyingar flestir hava fevnt peningsbúskapin og sagt náttúruni farvæl sum dagligt arbeiðspláss, men tað, sum verri er: Føroyingar eru í ferð við at siga Skaparanum farvæl, heldur Óli Breckmann.
Fólk eru blivin minni fíggjarliga sjálvbjargin og meiri skuldartyngd, frá tí at hvørt húsarhald var ein sjálvberandi búskapareind.
- Fyrr bygdu føroyingar hús og húsaðust eftir umstøðunum, men í dag liva flestøll sum bankatrælir í egnum sethúsum við størri búvidd upp á húsfólkið enn í nøkrum øðrum landi í heiminum.
Fyri bert 20 árum fóru Føroyar av knóranum av ovurnýtslu, og so – longu 15 ár seinni – mátti Danmark aftur bjarga øðrum bankanum við 3 miljardum krónum.
Fólkatalið í Føroyum hevur ilt við at vaksa við egnum føddum børnum sum í øðrum Vestanlondum. Hetta skyldast ikki bert fráflytning av fólki í bestu árum, men eisini einum fallandi barnatali.
- Fiskivinnan, høvuðsvinnan, ella lívæðrin í búskapinum, er broytt frá fyrst 1.500 róðrarbátum, síðan 150 sluppum og skonnartum, seinni 100 stállínuskipum og trolarum, niður í eini 70 størri fiskiskip, sum fiska 5 ferðir størri tonsatal, men eisini onnur fiskasløg.
- Talið á fiskimonnum er fallið úr eini 6.000 fyrst í 1960-árunum niður í einar 1.000 fiskimenn nú og tað er ein mentanarlig kollvelting.
Føroyar í 2014 standa á einum vegamóti. Eru vit á rættari ella skeivari leið fram, fara teir báðir at tosa um á Rás2 í dag.