Í oktober mánað í ár vóru árstíðarjavnaðu lønirnar hjá føroyingum, 682 milliónir krónur, Og tað er nógv tann hægsta lønin, sum er útgoldin í einum mánað í ár, sigur Hagstovan.
At lønin er árstíðarjavnað, merkir, at lagt er upp fyri sveiggjunum, sum eru eftir árstíðunum.
Seinasta árið hava lønirnar verið um 660 milliónir um mánaðir, men í oktober var framgongdin hampiliga stór, ella yvir 2,5 prosent. Rákið, har lønirnar mestssum hava staðið í sta í ár, er nú broytt, so at pílarnir nú aftur eru farnir at vísa eitt sindur uppeftir.
Hagstovan staðfestir, at higartil í ár eru 6.534 milliónir krónur goldnar í lønum í Føroyum. Tað eru 348 milliónir krónur fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør og framgongdin er sostatt 5,6 prosent.
Tann stóri vøksturin er í framleiðsluvinnunum. Í fiski- og alivinnuni eru 1,3 milliardir útgoldnar í lønum í ár, og tað eru 134 milliónir fleiri enn í fjør, ella heili 11,4 prosent meir.
Hagstovan sigur, at eisini byggivinnan hevur havt eina trivaliga framgongd, tí higartil í ár eru 8,1 prosent meira goldið í lønum, enn í fjør. Hinvegin er framgongdin í tænastuvinnunum meiri hovlig, tí har er vøksturin 3,5 prosent.










