Ólavasøkublaðið hjá Sosialinum 2023:
– Á ólavsøku drekka vit øl og snaps.
Tað er siga tey í Rúsuni, har tey í hesum døgum eru í fullari ferð við at fyrireika seg til ólavsøkuna.
Theis Herdalur, handilsleiðari í Rúsuni í Havn, sigur, at tað er týðiligt, at á ólavsøku halda vit okkum til tað gamla.
Havnarfólk gera nógv burtur úr at vera blíð á ólavsøku og tá hevur maturin eisini nógv at siga.
Tað sum verður sett á borðið, er ofta tað, vit plaga at kalla føroyskur matur, grind, skerpikjøt, rullupylsa, og annar føroyskur viðskeri.
Og aftur við tí skeinkja vit øl og snaps.
Fólk halda kanska eisini, at tað riggar best at fáa sær akvavitt í lummaglasið, tá ið farið verður í býin.
– Tað eru nøkur, sum eisini seta vín á borðið á ólavsøku, men tey eru ikki so nógv, sigur handilsleiðarin í Rúsuni.
Drekka føroyskt
Men hinvegin hava tey í Rúsuni eisini lagt til merkis, at hvat snapsinum viðvíkur, er hend ein broyting.
Tað skerst ikki burtur, at í mannaminni hevur tað verið tað reyða Taffel Akvavitti, sum føroyingar hava drukkið mest av.
Skulu vit hugsa um rúsdrekka, hevur tað verið mest sum tjóðardrykkur okkara.
Men Theis Herdalur sigur, at soleiðis er tað ikki longur.
Bæði Føroya Bjór og Dism hava lagt seg eftir at gera dygdargott akvavitt og tær báðar føroysku fyritøkurnar hava av álvara fingið fatur á føroyinginum.
Og nú er tað eingin ivi um, at tað føroyska akvavittið hevur skúgvað tað reyða akvavittið úr Aalborg av trúnuni, sum tjóðarsnapsur okkara.
Tað er heldur ikki frítt, at føroyingar eru ernir av, at vit kunnu framleiða so dygdargott akvavitt, sum vit gera, og vit himprast ikki við at bjóða tað fram.
– Tað vísir seg, at tað føroyska akvavittið frá Føroya Bjór og Dism rættiliga hevur rakt tann føroyska smakkin, og hevur trokað tað útlendska akvavittið av rókini, sigur handilsleiðarin.
Hann sigur, at eisini eisini nógvir útlendingar, sum koma til Føroya, keypa sær føroyskt akvavitt at royna.
– Og tað vísir seg, at fólki dámar tað føroyska akvavitti, tí tey keypa ikki bara ta einu fløskuna. Tvørtur keypa tey aftur og aftur.
Og tá ið ølið fer um diskin, er tað eisini tað føroyska ølið, sum gongur nógv mest av.
Handilsleiðarin sigur, at á ólavsøku verður eisini nógv drukkið av cidara, men tað er eisini føroyskur cidari, sum nógv mest verður keypt av.
So niðurstøðan kann ikki vera onnur enn, at á ólavsøku drekka føroyingar føroyskt- og sum heild halda vit okkum til tað gamla, snapsin og ølina.
Theis Herdalur sigur kortini, at tað eru mest tey tilkomnu, sum keypa øl og snaps. Tey yngru velja sær veikari sløg, helst tey sløgini, sum eru blandað frammanundan.