Føroyingaliðini vunnu greiðar sigrar

Liðini hjá Oddi Højgaard, Øssuri Dalbúð og Christian Lamhauge Holst vunnu greitt

Fult umfar var í triðbestu, donsku fótbóltsdeildini í dag. Liðið hjá Oddi Højgaard og Øssuri Dalbúð, B1908 tók ímóti Rishøj fyrr í kvøld í 2. deild eystur. B1908 vann ein greiðan 6-0 stórsigur, aftaná hálvleiksstøðuna 1-0. Oddur Højgaard og Øssur Dalbúð vóru ikki millum málskjúttarnar hjá B1908.

 

Liðið hjá Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager vitjaði Søllerød-Vedbæk. Fremad Amager vann ein greiðan 4-1 sigur. Longu í steðginum var Fremad Amager á odda 3-0. Christian Lamhauge Holst var ikki millum málskjúttarnar hjá Fremad Amager í dag.

 

Fremad Amager liggur á fjórða plássi í 2. deild eystur við 49 stigum. B1908 er nummar 9 við 36 stigum. B1908 vann ein sera týðandi dyst í dag, tí nú eru teir fýra stig omanfyri niðurflytingarstrikuna, nú bert trý umfør eru eftir at spæla í triðbestu donsku fótbóltsdeildini. 

 

Í 2. deild vestur tók Svendborg, sum hevur Julian Johnsson, sum høvuðsvenjara ímóti Næstved. Talan gjørdist um ein 1-0 sigur til Næstved, sum skoraði sigursmálið í 44. minutti.

 

Svendborg er nummar 12 við 33 stigum, og hevur tvey stig upp til bjarging. Trý umfør eru eftir at avgreiða í 2. deild vestur.