Føroyingaliðini í bestu donsku hondbóltsdeildini taptu

Ajax tapti tepurt á heimavølli - Randers tapti stórt á útivølli

Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum í Danmark í kvøld. 

 

Súna K. Hansen skoraði fýra mál, legði upp til tvey mál og vann liðnum hjá sær, Ajax tvey brotskøst, tá Ajax á heimavølli tapti tepurt 21-23 fyri Ikast á heimavølli. 

 

Ajax var á odda 14-12 í steðginum, og tá 10 minuttir vóru eftir at leika var Ajax á odda 19-18. Men tað gekk illa í hond seinastu 10 minuttirnar, og tað kostaði dýrt.

 

Føroyski landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg skoraði fýra mál, og vann liðnum hjá sær, Randers eitt brotskast, tá Randers var fyri stórtapi á útivølli.

 

Randers tapti 29-40 fyri Viborg á útivølli. Viborg var á odda 23-14 í steðginum.

 

Komandi týskvøld spælir Ajax móti Aarhus United á útivølli. Mikukvøldið 26. oktober tekur Randers móti København á heimavølli. 

 

Nr.LiðDystirStig
1Ikast 814
2Odense 712
3Team Esbjerg712
4Nykøbing Falster712
5København 812
6Viborg HK88
7Aarhus United78
8Silkeborg-Voel77
9Horsens75
10Ajax 85
11Ringkøbing84
12Randers HK84
13Skanderborg71
14SønderjyskE70