Føroyingaliðini endaðu í ongamannalandi

Víkingur Reykjavík er íslendskur meistari. Kaj Leo í Bartalsstovu má finna sær eitt nýtt felag

Stóra søgan í íslendskum fótbólti í dag er, at Knattspyrnufelagið Víkingur úr Reykjavík er íslendskur meistari fyri fyrstu ferð síðani 1991. 

 

Undan seinasta umfarinum var Víkingur eitt stig frammanfyri Breiðablik. Víkingur vann á heimavølli 2-0 á Leiknir við tveimum málum, ið vóru skotin í fyrra hálvleiki.

 

Breiðablik vann 3-0 á HK á heimavølli, men teir máttu taka til takkar við silvurkrónunum. Víkingur endaði á 48 stigum og Breiðablik á 47 stigum. 

 

Víkingur hevur eisini vunnið seg í hálvfinaluna í steypakappingini, og stendur við einum góðum møguleika at vinna greipuna.

 

Talan er um sætta meistaraheiti í søguni hjá Víkingi Reykjavík.

 

Føroyingaliðini, Valur og FH endaðu í ongamannalandi.

 

Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH, ið spældi javnleik 2-2 móti KA á Akureyri.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu slapp ikki á vøllin tá lið hansara, Valur vann stórsigur 6-0 á Fylkir á útivølli.

 

Kaj Leo sleppur ikki at halda fram í Vali. Umboðsmaður hansara, Hans Jákup á Líknargøtu sigur við fotbolti.net, at Kaj Leo ynskir at halda fram í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, og nú verður arbeitt við at finna eitt felag til Kaj Leo til komandi kappingarár.

 

Kaj Leo hevur fingið spælitíð í 14 dystum hjá Vali hetta kappingarárið, og hann hevur skotið trý mál í hesum 14 dystunum. 

 

Fram og ÍBV flyta upp í Pepsideildina til komandi kappingarár.

 

Endaliga støðan í Pepsideildini 2021: 

 

LiðDystirMálmunur
Víkingur Reykjavík2238:2148 stig
Breiðablik2255:2147
KR2235:1941
KA2236:2040
Valur2237:2639 stig
FH2239:2633 stig
Stjarnan2224:3622
Leiknir Reykjavík2218:3222
ÍA2229:4421
Keflavík2223:3821
HK2221:3920
Fylkir2218:5116