Føroyingaliðið í Stavanger vann kvalifikasjónsbólkin

Viking Stavanger skal spæla móti antin KRS ella Haslum um rættin at spæla í bestu deildini

Føroyingaliðið í norskum hondbólti, Viking Stavanger hevur vunnið kvalifikasjónsbólkin í næstbestu hondbóltsdeildini.

 

Í kvøld vann Viking á heimavølli 33-27 á Follo. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14, men í seinna hálvleiki var Viking greitt betra liðið.

 

Tróndur Mikkelsen gjørdist toppskjútti hjá Viking við sjey málum. Jónas G. Djurhuus skoraði fimm mál og Helgi H. Hoydal skoraði trý mál.

 

Viking hevur seks stig fyri tríggjar dystir, Follo hevur fýra stig fyri fýra dystir og Viking TIF hevur trý stig fyri tríggjar dystir. Ein dystur er eftir at leika millum Viking TIF og Viking Stavanger, men Viking TIF kann í mesta lagi fáa fimm stig so Viking hevur vunnið bólkin. 

 

Viking Stavanger skal spæla móti antin KRS ella Haslum um rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár.