Allan Norðberg skoraði tvey mál og Nicholas Satchwell hevði eitt bjargingarprosent niðri á 14 prosentum tá lið teirra, KA var fyri stórtapi 20-33 á útivølli móti Vali.
Valur var á odda 18-10 í steðginum, og teir sleptu ongantíð takið á dystinum.
KA er framvegis nummar sjey í bestu íslendsku hondbóltsdeildini við 15 stigum fyri 16 dystir. Tað alt umráðandi hjá KA er at vinna seg millum átta tey fremstu liðini í deildini, so er plássið í endaspælinum tryggjað.
Komandi hóskvøld hevur KA torføran heimadyst á Akureyri móti oddaliðnum, FH sum er fremst í deildini við 24 stigum.