Føroyingaliðið á Akureyri tapti á útivølli á Selfossi

Vánaligt avrik í fyrra hálvleiki kostaði dýrt hjá KA

Liðið hjá føroysku landsliðsleikarunum, Allan Norðberg og Nicholas Satchwell, KA leikti í kvøld móti Selfossi í útidysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Selfoss vann greiðan 34-24 sigur. 

 

Størsti skaðin hjá KA hendi í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Selfoss á odda 21-12. 

 

Allan Norðberg skoraði eitt mál fyri KA. Nicholas Satchwell bjargaði 10 av 31 málroyndum.

 

KA er nummar átta í deildini við fimm stigum. 

 

Komandi vikuskiftið skal KA spæla dystir í Europa Cup móti eysturríkska liðnum, Aon Fivers.