Allan Norðberg skoraði tvey mál tá KA á útivølli á Hafnarfjørðinum tapti triðu fjórðingsfinaluna í íslendska endaspælinum fyri Haukum á útivølli.
Haukur vann dystin 31-30, og Haukur vinnur sostatt fjórðingsfinaluuppgerðirnar samanlagt 2-1.
Einar Birgir Stefánsson hevði ein risamøguleika at javna til 31-31 og tryggja KA longda leiktíð beint undan dystarloki, men hann misbrúkti málmøguleikan og so vann heimaliðið 31-30. Í steðginum vóru Haukar á odda 15-14.
Kappingarárið er sostatt liðugt hjá KA, ið nú kann byrja at hugsa um komandi kappingarár.
Einasta føroyingaliðið sum vann seg í hálvfinalurnar er liðið hjá Dánjali Ragnarssyni, ÍBV. Liðið hjá Rógva Dal-Christiansen og Vilhelmi Poulsen, Fram reyk eisini út úr kappingini í fjórðingsfinalunum.