Føroyingaliðið á Akureyri endaði kappingarárið við sigri

Víkingur Reykjavík spardi Gunnar Vatnhamar í seinasta dystinum hetta kappingarárið

Jóan Símun Edmundsson byrjaði inni og Pætur J. Petersen kom á vøllin tíðliga í seinna hálvleiki í seinasta dystinum hjá KA hetta kappingarárið.

 

Í seinasta dystinum í niðara endaspælinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini vann KA á heimavølli 1-0 á HK úr Kópavogi. 

 

Jóan Símun legði upp til sigursmálið Harley Willard skoraði tá 35 minuttir vóru farnir av dystinum.

 

Við sigrinum endaði KA fremst í niðara endaspælinum við 41 stigum, 12 stig meir enn Fylkir á øðrum plássinum.

 

KA megnaði at vinna seg víðari tvær ferðir í Europa Conference League undankappingini, og teir megnaðu at vinna seg í steypafinaluni, ið teir taptu móti Víkingi Reykjavík.

 

KA fær sonevnda "Forsetabikarið" fyri at vinna niðara endaspælið.

 

Greipuvinnararnir, Víkingur Reykjavík vunnu stórsigur í tí seinasta dystinum uttan Gunnar Vatnhamar í hópinum.

 

Víkingur Reykjavík vann 5-1 (1-1) á heimavølli móti nummar tvey, Vali. Víkingur endaði á 66 stigum. Valur er nummar tvey við 55 stigum.

 

Liðið hjá Klæminti A. Olsen, Breiðablik spælir í morgin klokkan 15 finalu um triðja plássið móti Stjörnuni á heimavølli. Breiðablik má vinna dystin fyri at tryggja sær triðja plássið. 

 

Stjarnan hevur 43 stig og Breiðablik hevur 41 stig undan dystinum.