Føroyingalið vóru fyri greiðum tapum

Hetta var eitt slakt kvøld hjá føroyingaliðunum í bestu donsku kvinnudeildini í hondbólti

Trý føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld

 

Rakul S. Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing taptu á útivølli greitt 22-33 fyri meistaraliðnum, Team Esbjerg. Í steðginum var Esbjerg á odda 14-9.

 

Stephanie Andersen vardi málið hjá Ringkøbing størra partin av dystinum. Rakul var noterað fyri tríggjar bjargingar í 15 royndum móti málinum hjá henni. Rakul megnaði at bjarga einum brotskasti.

 

Ringkøbing hevur framvegis fyrsta stigið til góðar aftaná fýra teir fyrstu dystirnar í kappingini.

 

Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens taptu á heimavølli 21-30 fyri Nykøbing Falster. Í fyrra hálvleiki var Horsens munandi betri við, og í steðginum var Nykøbing Falster bert á odda 14-13.

 

Maria legði upp til tvey mál hjá liðfeløgunum.

 

Horsens hevur tvey stig aftaná fýra tey fyrstu umførini.

 

Skanderborg uttan Súnu K. Hansen tapti á heimavølli 26-39 (13-21) fyri Odense.

 

Skanderborg hevur eins og Horsens tvey stig aftaná fýra teir fyrstu dystirnar.

 

Fríggjakvøldið klokkan 19 spæla Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn dyst á útivølli móti Sønderjyske.

 

Leygardagin klokkan 12.30 taka Annika F. Petersen, Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í EH Aalborg móti Janu Mittún og liðfeløgunum í Viborg.