Tað vera Ajax við Súnu K. Hansen, Lív S. Poulsen og Rakul Wardum og EH Aalborg við Margit Weihe Fríðmundsdóttir, ið skulu spæla um at rættin at kappast í bestu donsku hondbóltsdeildini komandi kappingarár.
Í dag bleiv tað staðfest, at Ajax endar aftast í niðurflytingarbólkinum í bestu deildini við bert einum stigi.
Ajax tapti í dag botnfinaluna móti Skanderborg á útivølli. Skanderborg vann sannførandi 35-29. Í steðginum var Skanderborg á odda 19-10.
Súna hevði tó persónliga eitt gott avrik í dag. Hon var millum toppskjúttarnar hjá Ajax við fimm málum og trimum uppleggum til mál. Haraftrat vann hon liðnum eitt brotskast.
EH Aalborg og Ajax møtast í Nørresundby sunnudagin 14. mai, og tríggjar dagar seinni, 17. mai hevur Ajax heimavøll í Keypmannahavn.