Rói Ellefsen á Skipagøtu, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Hallby ferðaðust í dag úr Jönköping til Göteborg fyri at spæla dyst móti Önnered í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Önnered vann dystin 37-32. Í steðginum var Önnered á odda 18-15.
Rói skoraði seks mál og legði upp til seks mál og gjørdist saman við Albin Broman næstbesti málskjúttin hjá Hallby. Toppskjútti hjá Hallby gjørdist Charles Hugoson við sjey málum.
Pætur skoraði tvey mál.
Hallby er nummar 10 í deildini við seks stigum fyri sjey dystir.
Sunnudagin 29. oktober tekur Hallby móti Ystad á heimavølli.