Allan Norðberg skoraði trý mál fyri KA, ið vann seg víðari í fjórðingsfinaluna í íslendsku steypakappingini í kvøld.
KA vann góðan 27-25 sigur á Stjørnuni á útivølli. Stjarnan var munandi betra liðið í fyrra hálvleiki. Stjarnan var á odda 13-9, men tað eydnaðist KA at minka munin til 13-11 beint undan steðginum.
Í seinna hálvleiki leikaði javnt á. Allan skoraði tvey sera týðandi mál til 26-24 og 27-24 heilt móti endanum av dystinum.
Í fjórðingsfinaluni møtir KA Haukum á heimavølli á Akureyri.
Bruno Bernat sum vardi málið hjá KA í kvøld gjørdi tað framúr við 18 bjargingum, og hann var tilskrivaður stóran part av heiðrinum fyri, at KA vann seg víðari í steypakappingini.
Í annaðkvøld klokkan 19 hava Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV góðan møguleika at vinna seg í fjórðingsfinalurnar. Tá tekur 2. deildarliðið, Kórdrengir sum bert hevur níggju stig í næstbestu deildini móti ÍBV á Digranesi.