Tveir út av teimum trimum føroyingunum, ið leika við Vejle, vóru við, tá ið teir fyrr í dag tóku ímóti HB Køge. Undan dystinum hevði Vejle ikki vunnið seinastu fimm dystirnar.
Bæði Sonni Ragnar Nattestad og Jóan Símun Edmunsson leiktu allar 90 minuttirnar í dagsins dysti. Ringa gongdin varð vend, og Vejle vann 1-0. Sagt verður úr dystinum, at Sonni Ragnar rakti yvirleggjaran aftaná 55 minuttir. Harafturat fekk føroyski miðverjin eisini gult kort stutt frammanundan.
Triði føroyingurin, Viljormur Davidsen, leikti ikki við vegna skaða.
Úrslitið merkir, at Vejle er á einum sjeynda plássi við 35 stigum. Felagið kann hvørki røkka medaljupláss ella koma í niðurflytingarvanda, og sostatt hava teir næstan onki at spæla fyri. Tvey umfør resta av næstbestu donsku fótbóltsdeildini.