29. mai verður forsetaval í FIFA. Forsetin síðani 1998, Sepp Blatter, stillar upp aftur, men hesaferð eru ikki færri enn fimm mótvalevni.
Ali Bin Al-Hussein, prinsur í Jordan, Jerome Champapgne úr Fraklandi, kendu fyrrverandi fótbóltsleikararnir David Ginola úr Fraklandi og Luis Figo úr Portugal og Michael van Praag úr Niðurlondum, hava boðað frá, at teir eisini stilla upp.
Michael van Praag, ið er forseti í niðurlendska fótbóltssambandinum, sigur seg hava stuðul úr Belgia, Svøríki, Skotlandi, Rumenia, Niðurlondum og Føroyum. Føroyar stuðla tí eftir øllum at døma hesi royndini at koyra Sepp Blatter frá.
Michael van Praag sigur, at FIFA hevur tørv á einum nýggum andliti í eini nýggjari tíð.
- FIFA stendur seg stak illa og hevur mist alt trúvirði. Alla tíðina er FIFA undir illgrunda, fyri stríð, fyri frændaveldi, fyri mutur. FIFA stendur við rygginum móti framtíðini, segði niðurlendingurin á tíðindafundinum, tá hann boðaði frá at hann stillar upp.
- Eg havi einki í móti harra Blatter, mær dámar hann stak væl sum persón. Kortini er tað so, at ein maður, ið hevur staðið á odda í samgonguni so leingi, og í so stóran mun er vorðin ímyndin av øllum tí ringa, hon umboðar, kann ei vera andlitið úteftir í eini nýtíðargerð av einum nýggjum FIFA. Tað er ógjørligt, segði Michael van Praag.
Valið verður 29. mai, men tó at ónøgdin við Sepp Blatter tykist stór, so vænta tey flestu, at hann verður afturvaldur.
Freistin at boða frá uppstilling er úti klokkan ellivu í kvøld.










