Við settunum 3-1, 1-0, 2-0, 2-1 og 3-1 vunnu føroysku U17 kvinnurnar á Noreg í altjóða flogbóltskappingini NEVZA U17.
Dysturin millum føroysku og norsku U17 kvinnurnar er júst liðugur, og Føroya vunnu 3-1 í einum sera spennandi dysti, har føroysku kvinnurnar vístu framúrskarandi flogbólt á høgum støði, siga tey úr Kettering í Onglandi, har kappingin er.
Næsti dystur verður seinnapartin í dag klokkan 14:30, og tá ber til at fylgja dystinum á Facebook undir Flogbóltsamband Føroya, har dysturin verður »varpaður út«.
Kappast verður um norðurevropiska meistaraheitið fyri U17 flogbóltslandslið fyri kvinnur. Tað er enska flogbóltssambandið, Volleyball England, sum fyriskipar U17 kappingina hesuferð.