Føroyar vunnu 4-1 á Gibraltar!

Christian Lamhauge Holst skoraði tvær ferðir, og Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson eina ferð í part

Fyri fyrstu ferð síðani Lars Olsen tók við sum landsliðsvenjari hava Føroyar vunnið ein fótbóltslandsdyst. Og tað er eisini søguligt, at Føroyar í einum og sama altjóa skrásetta landsdysti hava skorað fýra mál. Tað er ikki komið fyri áður!

 

Hóast Gibraltar tíðliga legði seg framum 1-0, so var tað eingin ivi. Føroyar hava í kvøld vunnið sannførandi 4-1 sigur á útivølli í fótbóltslandsdysti ímóti Gibraltar. Christian Lamhauge Holst skoraði tvey mál, og Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson skoraðu eina ferð í part.

Stutt fyri steðgin hevði Fróði Benjaminsen risa møguleika at økja um leiðsluna, sum tá var 2-1, men liðformaðurin sendi av brotssparksblettinum bóltin upp um málið. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá ið sera væl upplagdi Jóan Símun Edmundsson varð feldur. 

Eingin ivi var um, at føroyingarnir vóru stinnari enn mótstøðumenninir. Føroysku spælararnir vístu betri spælskil og bóltførleika, og teir útstrálaðu størri sjálvsálit enn mótstøðumenninir, ið vóru ikki sørt fjáltursstungnir og serliga í 1. hálvleiki løgdu lítið fyri í framrættaða partinum.

Sigurin var serliga søtur, tá ið havt verður i huga, at fyri trimum árum síðani varð tað roknað at vera stór eyðmýking, tá ið Føroyar í vinadysti taptu 3-0 ímóti Gibraltar, sum síðani tá hevur vunnið limaskap í aljóða fótbóltssamgonguni FIFA.

 

Gibraltar-Føroyar 1-4 (1-2)

1-0: Roy Chipolina

1-1: Jóan Símun Edmundsson

1-2: Christian Lamhauge Holst

1-3: Hallur Hansson

1-4: Christian Lamhauge Holst

Føroyar: Teitur Matras Gestsson (Tórður Thomsen, 46.) - Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (Gunnar Haraldsen, 85.) - Gilli Sørensen (Heini Vatnsdal, 46.), Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson (Karl Løkin, 76.), Pól Jóhannus Justinussen - Christian Lamhauge Holst, Jóan Símun Edmundsson

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Kaj Leo í Bartalsstovu, Klæmint A. Olsen

 

--- 

Gunnar Haraldsen er  komin á vøllin í staðin fyri Viljorm Davidsen.

80)

1-4

Gongdin er tann sama. Kortini hevur talan ikki verið um upplagdar møguleikar hesa síðstu løtuna.

 

Karl Løkin er komin á vøllin í staðin fyri Hall Hansson.

75)

1-4

Tað sæst ikki á føroyska avrikinum, at spælararnir framvegis eru í vetrarfrí frá kappingarfótbólti. Føroysku spælararnir eru sera ágrýtnir, teir geva ikki mótstøðumonnunum frið eina løtu, og teir eru klárt betri við bóltinum enn heimaliðið er.

 

65)

1-4: Christian Lamhauge Holst

Tað gongur strúkandi suðuri á Gibraltar. Jóan Símun Edmundsson er sera væl upplagdur. Nú hevur hann lagt upp, og fyri aðru ferð í kvøld hevur Christian Lamhauge Holst skorað. Hesa ferð var tað við høvdinum eftir innleggið úr høgru!

 

60) 

1-3: Hallur Hansson

Eftir uppspæl í høgru, har Fróði Benjaminsen og Jóan Símun Edmundsson vóru eyðsýndur, sneiddi Hallur Hansson seg leysan, áðrenn hann fimm metrar úr málinum trygt setti bóltin í málið.

Beinanvegin eftir steðgin er Heini Vatnsdal komín á vøllin í staðin fyri Gilla Sørensen.

Lars Olsen segði fyrr í dag, at Teitur Matras Gestsson fór at verja málið í 1. hálvleiki, og at Tórður Thomsen skal verja málið í 2. hálvleiki. Harvið er tað greitt, at tað verður B36 málverjin, sum nú fer at loysa HB málverjan av.

 

HÁLVLEIKUR

1-2

Føroyska landsliðið er farið at rinda møðina eftir 1. hálvleik í landsdystinum í Gibraltar. Føroyar eru frammanfyri 2-1, eftir at heimaliðið legði seg framum eftir hornaspark. Jóan Símun Edmundsson og Christian Lamhauge Holst skoraðu føroysku málini. Í báðum førum var talan um langskot.

Føroyska liðið hevur verið greitt omaná. Føroyska liðið hevur havt bóltin í 70 prosent av tíðini, og tað er týðuligt, at føroysku spælararnir eru stinnari enn mótstøðumenninir, bæði tá ið tað ræður um bóltførleika og um skil fyri spælinum.

Viðmerkjararnir í Gibraltar sjónvarpinum eru alt annað enn nøgdir við avrikið hjá teirra monnum. Teir halda, at teirra lið hevur ov lítlan hug at leypa á, og at virðingin fyri føroyska liðnum er ov stór. Gibraltar menninir halda tað vera heppið fyri teirra lið, at Føroyar ikki eru frammanfyri við tveimum ella trimum málum.

 

Føroyar hava havt risa møguleika at økja um leiðsluna. Jóan Símun Edmundsson varð felstur, men liðformaðurin Fróði Benjaminsen sendi brotssparkið omanfyri málið!

Brotsspark til Føroyar

40)

1-2

Tað sær gott út hjá føroyska liðnum. Føroyska liðið tykist hava betri tak á samanspælinum enn heimaliðið.

 

33)

1-2

Vit hava havt onkrar trupulleikar, men nú eru vit við aftur. Fyrsta hálva tíman eru trý mál skorað. Gibraltar legði seg á odda, tá ið eitt korter var farið. Málið varð stútað eftir horna úr vinstru.

 

Kring hálva tíman hava Føroyar so dyggiliga svarað aftur. Í fyrra førinum var tað Jóan Símun Edmundsson, sum eftir at hava snarað um seg sjálvan sendi bóltin í málið úr 19 metrum, og so var tað Christian Lamhauge Holst, sum umvegis ein mótstøðumann og stólpan skoraði, so Føroyar nú eru frammanfyri 2-1. Møguleikin spurdist eftir at Fróði Benjaminsen hevði steðgað heimamonnunum, sum vóru um at mynda álop.

 

5) 0-0

Føroyar hava lagt bragdliga fyri suðuri á Gibraltar. Størsta møguleikan hevur Gilli Sørensen havt. Eftir innlegg úr vinstru, royndi AaB spælarin seg við stútara, men bólturin fór upp um málið.

 

---

Klokkan 19.00 verður fyrsta bríksl á Victoria stadion í Gibraltar, har Føroyar skulu royna seg í fótbóltslandsdysti. Talan er um vinadyst í sambandi við venjingarleguna, sum Føroyar fyrr í hesi vikuni fóru á.

Fyri trimum árum síðani hittust Føroyar og Gibraltar í vinadysti. Hetta var áðrenn at Gibraltar vann sær limaskap í altjóða fótbóltsfamiljuni. Tað gekk av skriðuni hjá Føroyum. Brian Kerr sat við stýrisvølin, og Føroyar taptu 3-0.

Vit royna at fylgja við, hvussu leikur fer í kvøld.

Ein føroyskur spælari er fyri fyrstu ferð á landsliðnum. Tað er HB málverjin Teitur Matras Gestsson.

Teitur M. Gestsson hevur nógvar royndir frá u-landsliðunum. Hann hevur spælt 5 U-21 landsdystir,

4 U19 landsdystir og 13 U17 landsdystir.

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson - Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Gilli Sørensen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Pól Jóhannus Justinussen - Christian Lamhauge Holst, Jóan Símun Edmundsson

Á beinkinum: Tórður Thomsen (verður skiftur inn sum málverji eftir steðgin), Gunnar Haraldsen,  Karl Løkin, Kaj Leo í Bartalsstovu, Heini Vatnsdal, Klæmint A. Olsen

Gunnar Nielsen og Odmar Færø vera ikki á venjingarleguni fyrrenn í morgin.