Avtalan snýr seg um, at altjóða fyritøkan skal byggja eitt nýtt landsdekkandi 4G-net, sum verður millum tey avgjørt skjótastu í heiminum. Netið verður liðugt útbygt um alt landið í juni 2016.
Avtalan inniber millum annað, at Føroyar verða eitt sokallað kanningarland hjá Huawei. Tað merkir, at føroyska farnetið hjá Føroya Tele skal brúkast til at menna nýggjastu tøknina hjá Huawei, og Føroyar verða tískil frameftir í fremstu røð í menningini, tá ið nýggj og nýskapandi tøkni kemur fram.
Ovasti stjórin fyri Huawei í Norðurlondum, Jim Lu, gleðir seg til samstarvið:
- Eins og vit hava gjørt í hvørjum króki í Danmark, fara vit nú gjøgnum tað nýggja strategiska samstarvið við Føroya Tele at útbyggja og uppstiga tað føroyska farnetið. Við okkara vitan og dugnaligu starvsfólkum vilja vit vera við til at tryggja, at allir føroyingar frá summarinum 2016 fáa atgongd til nýggjastu tøknina, sum fer at tryggja ein nógv betri mobildekning til gleði fyri bæði tann einstaka borgaran og vinnulívið í Føroyum, sigur Jim Lu.
- Vit fegnast stórliga um tað strategiska samstarvið við Huawei, sum avgjørt er ein av mest nýskapandi veitarunum innan fyri mobila netverkstøkni. Samstarvið hevur við sær, at Føroya Tele frameftir kann bjóða sínum kundum ta nýggjastu tøknina, sum merkir eina nógv betri útbreiðslu av farnetinum og eitt nógv skjótari farbreiðband, sigur Ómar Svavarsson, nevndarformaður í Føroya Tele.
4G er fjórða og nýggjasta ættarliðið av fjarskiftistøkni og er eftirfylgjari av 3G tøkni, men við nógv skjótari ferð. Ferðin kann nú verða heilt upp til 50 Mbit. Til samanberingar kann sigast, at størstu heimabreiðbandshald í Føroyum eru 20 Mbit.
Vodafone tendraði fyri sínum 4G-netið fyrst í juni mánað.