Føroyar hava fingið viðhald frá Landgrunsnevndini hjá ST. Tað merkir í praksis, at føroyski landgrunnurin norðanfyri veksur 27.000 ferkilometrar.
Landgrunsnevndin hjá ST hevur staðfest rættin hjá Føroyum til 87.792 ferkilometrar av ytra landgrunni norðan fyri Føroyar, tað er uttan fyri 200 fjórðingar. Avgerðin hjá landsgrunsnevndini gevur Føroyum rættindi til at útvinna náttúrutilfeingi á havbotninum og í undirgrundini.
Hóast Føroyar hava fingið viðhald, so merkir tað ikki, at føroyska sjóøkið veksur allar teir 87.792 ferkilometrarnar.
Ísland og Noreg hava umskarandi landgrunskrøv á sama øki, sum Føroyar hava fingið tillutað. Í 2006 varð trýparta semja gjørd millum Føroyar, Ísland og Noreg um býtið í hesum umskarandi øki. Sambært semjuni fáa Føroyar tillutaðar í minsta lagi 27.000 ferkilometrar av landgrunninum. Henda semja treytar kortini undirtøku frá landgrunsnevndini til tey trý krøvini.
Føroyska sjóøkið er í dag góðar 267.000 ferkilometrar. Verður semjan veruleiki, so leggjast umleið 27.000 ferkilometrar afturat. Tað merkir, at føroyska sjóøkið veksur 10 prosent.
Í sambandi við avgerðina hjá Landgrunsnevndini er tíðindafundur í Tinganesi í morgun.