Úrslitini av PISA-kanningini, ið bleiv gjørd í mars mánaði 2012, eru júst almannakunngjørd.
Føroyar liggja í tí tyngra endanum.
Samanumtikið ber til at siga, at Føroyar framvegis liggja væl aftanfyri hini Norðurlondini, og av øllum londunum í PISA-kannignini 2012 liggja Føroyar í niðasta triðinginum í øllum fakøkjum.
Tað sær tó út til, at Føroyar ganga eitt vet fram síðani kanningina frá 2006. Serliga klára føroysku næmingarnir seg betri í støddfrøði.
Býtið av næmingum á førleikastig vísir, at Føroyar sum heild tykjast liggja eitt førleikastig løgri enn næmingar í hinum Norðurlondunum, burtursæð frá Finnlandi, sum liggur omanfyri hini londini.
Ein lutfalsliga stórur partur av føroysku næmingunum fáa færri stig enn tað, sum PISA hevur sett sum mark fyri virkisførum førleika. Hetta er galdandi innan øll trý fakøki, sum eru lesing, støddfrøði og náttúruvísund.
Nakað, sum eyðkennir úrslitini av kanningini í Føroyum, er, at sera fáir føroyskir næmingar kunnu lýsast at hava sera góðan førleika.
Harafturat er vert at nevna, kynsmunin í úrslitinum í lesing, sum eisini er at síggja í fleiri øðrum londum. Ein bólkur av dreingjum klára seg so mikið illa í lesing, at tað er vandi fyri, at teir fáa trupulleikar seinni.
Hetta er tann fjóðra PISA-kanningin, sum er gjørd í Føroyum.
Kanningin fór fram í døgunum 19-23 mars í fjør, tá allir næmingar í 9. flokki í fólkaskúlanum vóru við.
Endamálið við PISA-kanningini er at lýsa, á hvørjum førleikastigi næmingar í føroyska fólkaskúlanum eru samanborið við við næmingar úti í heimi. Í 2012 varð PISA-kanningin gjørd í 67 londum, og eins og undanfarin ár er tað altjóða felagsskapurin fyri búskaparligum samstarvi og menning, OECD, ið stendur fyri kanningini.