Klokkan 19 í kvøld spæla manslandsliðini hjá Føroyum og Týsklandi seinna HM-undandystin um rættin at vinna seg til HM-endaspælið í Svøríki og Pólandi í januar 2023. Dysturin verður spældur í høllini á Hálsi í Havn.
Týskland vann fyrra dystin í Kiel fyrradagin 34-26 (17-11), og liggja týskarar tí væl fyri at vinna seg til HM-endaspælið, men einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Byrjað verður at senda klokkan 18.30.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo










