Eftir 3 ½ stórsigur í gjár ímóti Pakistan kom føroyska talvlandsliðið orduliga niður aftur á jørðina í dag. Belgia var stórfavorittur ímóti Føroyum, og Belgia vann stórsigur. Tølini vóru tey somu sum í gjár. Belgia vann 3 ½ - ½.
Einasti maður, sum megnaði at vinna úrtøku, var Helgi Dam Ziszka á fyrsta borði. Mótstøðumaðurin, GM Winants, hevur styrkistalið 2545, og Helgi Dam Ziska hevur styrkistalið 2507.
Hinir tríggir taptu allir. John Arni Nilssen á fjórða borði gav skjótt skarvin yvir, og Olaf Berg og Høgni Egilstoft Nielsen taptu eisini.
Triðja umfar er á skránni í morgin. Enn er tað ikki avgjørt, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti í morgin.










