Fyri løtu síðani fekk in.fo orðið á samskiparanum hjá størsta fjepparafelagnum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, Skansin. Hann eitur Andrass Joensen og er eisini samskipari í B36.
Fyrr í dag hevur ein øðrvísi landsdystur verið í Gundadali, har fjepparar hjá ávíkavist Føroyum og Norðurírlandi spældi dyst sínamillum. Spælt varð tvær ferðir 35 minuttir, 11 ímóti 11. Dysturin endaði 0-1 til norðurírsku fjeppararnar.
- Hóast føroyingar fyri tað mesta sótu á spælinum, so taptu teir 0-1. Men vit hava ofta spælt fjepparalandsdystir, har vit hava vunnið, men síðani tapt tann veruliga dystin, so vit vóna, at støðan verður tann umvenda hesaferð, sigur Andrass Thomsen vónríkur á málinum.
Tá ið in.fo fyri løtu síðani var uttanfyri Bridgehúsið í Gundadali, har upphitingin hjá limunum í Skansanum fór fram, var lagið á teimum framúr gott, og tað bleiv sungið nógv. Nógvir nýggir fjepparasangir vera at hoyra í samband við dystin í kvøld, og teir blivu eisini dúgliga vandir.
- Røddin tykist at vera júst har, sum hon skal vera. Vit vóna, at stemningurin verður líka góður sum tann ímóti Grikkalandi, leggur Andrass afturat.
Teir mest ídnu og mælsku fjeppararnir hjá Føroyum skulu tó rokna við meira kapping á áskoðaraplássunum enn til síðsta landsdyst á Tórsvølli, tá ið bara nøkur heilt fá griksk viðhaldsfólk vóru møtt upp at stuðla sínum landsmonnum.
- Fyri okkum er tað týdningarmest at vinna fjepparalandsdystin. Her vóna vit, at báðar langsíðurnar taka undir við nógvu rópunum, sum undir øllum umstøðum koma frá okkum, ið sita aftanfyri málið, sigur Andrass Thomsen at enda.