Føroyar skulu við, nú dysturin um Arktis harðnar

Hvør verjir føroysk áhugamál í Arktis, og hvussu væl verða tey røkt?

Hvussu væl eru føroysk viðurskifti í Arktis, røkt, og hvør verjir okkara áhugamám.

Tað vil Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, og formaður í Útnorðurráðnum, nú hava at vita frá løgmanni.

 

Sostatt skal Kaj Leo Holm Johannesen nú greiða løgtinginum frá, um Føroyar yvirhøvur eru við í tí stóra greiningararbeiðnum, danska stjórnin fer í holt við í næstum um trygdina í Arktis.

Bill Justinussen vil eisini hava at vita, um løgmaður støðugt verður kunnaður um hernaðarligt virksemi í arktiska økinum.

 

Bill Justinussen vísir á, at Føroyar eru eitt land í Arktis og sostatt eiga Føroyar síni áhugamál í økinum og sín part av ábyrgdini fyri økið.

 

Seinnu árini er virksemið í arktiska økinum nógv vaksið og við veðurlagsbroytingunum latast nýggjar siglingarleiðir upp. Ferðavinnan í økinum mennist og tað er lættari at fáa fatur á ráevnum í undirgrundini, samstundis sum at nýggjar havleiðir við livandi tilfeingi, latast upp.

- Dysturin um rættindi at gagnnýta nýggju møguleikarnar harðnar og í hesum dystinum ota stóru londini seg nærri hvørjum øðrum.

 

Bill Justinussen heldur, at í hesum sambandi hevur hermegin hjá londunum stóran týdning, tí hon staðfestir styrkina hjá londunum og bøtir sostatt um møguleikarnar at fáa rættindi.

 

 

- Fyri møguleikarnar hjá Føroyum og Grønlandi í Arktis, hevur tað týdning, hvussu Danmark ber seg at í altjóða politikki, so leingi, vit eru í ríkisfelagsskapi.

 

- Danska verjan fer nú undir eitt stórt greiningararbeiði um trygd í Arktis. Í fyrsta umfari eru 100 milliónir krónur settar av til hetta greiningararbeiðið, sum skal verða liðugt í vár.

- Sum land í Arktis, og samstundis sum partur av ríkisfelagsskapinum, eiga Føroyar at vera partur av greiningararbeiðnum á jøvnum føti við Grønland og Danmark, sigur Bill Justinussen.

 

Bill Justinussen vísir eisini á, at fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin Uffe Ellemann Jensen, hevur sagt í samrøðu við Danmarks Radio, at danska hernaðarliga tilbúgvingin er alt ov lítil í Arktis.

- Skulu Grønland og Danmark takast í álvara sum stórveldi í Arktis, eigur ríkisfelagsskapurin at senda munandi fleiri skip og flogfør til økið.

- Ikki sum krígsavbjóðing, men júst fyri at sleppa undan at freista hini londini at koma ov nær okkara mørkum.

 

Bill Justinussen sigur, at høvuðsendamálið við allari hernaðarligari hjáveru er tilbúgving, leiting og bjarging.

Men ongin ivast í, at skuldi tað aftur blivið kalt millum stórveldini, fer hernaðarlig styrki í Arktis at hava stóran týdning fyri rættindini í Arktis, leggur hann afturat