Føroyar skulu vera við í nýggjari verjusemju

Danmark og Føroyar skulu styrkja samstarvið eftir russisku innrásina í Ukraina í fjør

Tað skal millum annað gerast við at hava Føroyar tætt uppi í komandi verjusemjuni.

 

Tað sigur virkandi danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, sum var á fundi við Høgna Hoyal í Tinganesi í gjár.

 

Í tíðindaskrivi eftir at hann er komin aftur til Keypmannahavnar sigur hann:

 

– Saman skulu vit tryggja, at uppgávurnar hjá verjuni framvegis verða nøktandi í Arktis og í Norðuratlantshavi.

 

Verjumálaráðharrin heldur trygdina í Arktis og í Norðuratlantshavi vera eitt avgerandi tema í komandi verjusemjuni.

 

Galdani semjan gongur út síðst í árini. Samráðingarnar um komandi semjuna byrja í mai, upplýsti danski verjumálaráðharrin á tíðindafundi í Tinganesi í gjár.