Føroyar skulu hava størri part

Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, ynskir at tryggja føroyingum størri part av kvotuni fyri svartkjaft og norðhavssild.

Hesa vikuna fara strandarlondini, tað eru ES, Noreg, Ísland og Føroyar, aftur at samráðast um svartkjaft og norðhavssild í London. Samráðingarnar eru eitt framhald av undanfarnu samráðingarumførum ávikavist í oktober og desember mánaði í fjør.

 

Tað eydnaðist ikki strandarlondunum at gera semjur um nýtt býti á seinastu samráðingarumførum beint undan jólum, og avgjørt var tí at gera aftur eina roynd nú í januar mánaði.

 

Á samráðingunum beint undan jólum høvdu strandarlondini í grundregluni tó eina felagsfatan um flestu tættir í nýggjum semjum um svartkjaft og norðhavssild, eitt nú, at heildarkvotan fyri svartkjaft og norðhavssild fyri 2015 skal vera ávikavist 1.260.000 tons og 283.013 tons.

 

Sostatt snúgva samráðingarnar hesaferð burturav um framtíðar býtið av hesum báðum stovnum.

 

Okkurt bendir á, at tað verða torførar samráðingar aftur hesaferð, tí Noreg hevur júst avgjørt, at økja sína kvotu eftir svartkjafti 40 prosent, sigur Kringvarp Føroya. Hetta hevur spunnið øði í uppsjóvarvinnuna í ES. Londini eru enn ikki samd um býtið, og serliga ES hevur strongt á at fáa galdandi býtislykil broyttan, tí ES heldur seg hava rætt til størri kvotu.

 

Við Kringvarp Føroya segði Jacob Vestergaard í morgun, at Føroyar eisini ynsktu sær størri part av bæði svartkjaftinum og norðhavssildini.

- Tað er nokk soleiðis, at tá tað snýr seg um svartkjaftin, so eru tað serliga Føroyar og ES, sum eiga at vera teir stóru partarnir, meðan tá tað snýr seg um sildina, so er Noreg tann stóri parturin, sigur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, sum ikki vil gera viðmerkingar til norsku útmeldingarnar. Hann væntar tó ikki, at Noreg fer at fáa størri part av svartkjaftabýtinum enn teir hava framman undan. 

 

- Tað er eingin ivi um, at vit skulu hava meiri í okkkara part, bæði tá tað snýr seg um svartkjaft og tá tað snýr seg um sild, esgði Jacob Vestergaard við Kringvarpið í morgun.