Føroyar skoraðu einki mál

Í kvøld taptu HB, Víkingur og NSÍ tilsaman 7-0 í europeisku kappingini

 

Tað letur til, at føroysku feløgini fara at gera skjótt av í europeisku fótbóltskappingini í hesum umfarinum.

 

Í gjárkvøldið tapti B36 2-1 á heimavølli ímóti TNS úr Wales.

 

Í kvøld hava trý feløg verið í europeiska eldinum. Tey taptu øll ruddiliga. Harvið er sannlíkið lítið fyri, at føroysk feløg vera í pottinum, tá ið tað fríggjadagin í næstu viku verður drigið um, hvussu liðini skulu hittast í næsta innleiðandi umfarinum.

 

Víkingur var við til at mynda sera undirhaldandi uppgerð í góðveðrinum á Svangaskarði, har norska stórfelagið Rosenborg vitjaði. Víkingur hevði fleiri stórar málmøguleikar, men fram ímóti dystarenda skoraði Rosenborg tvær ferðir. Harvið skal Víkingur skorað tvær ferðir á Lerkendal í Tróndheimi um eina viku, og samstundis skal Rosenborg ikki skorað, um Víkingur skal hava møguleika at halda fram í kappingini.

 

HB tapti 3-0 í Kanaus Litava ímóti Trakai. Alex José dos Santos var rikin av vølli. Um HB skal hava møguleika at halda fram í kappingini, so skal Trakai einki mál skorað á Tórsvølli, og HB skal skora í fyrsta umfari tríggjar ferðir, um talan skal vera um umdyst.

 

NSÍ tapti 2-0 á Windsor Park í Belfast ímóti Linfield FC. Tað ber við sær, at NSÍ um eina viku skal skora í hvussu so er tvær ferðir fyri at røkka umdysti, og tá skal Linfield ikki skora á Svangaskarði.

Tað varð fylgt við øllum dystunum á in.fo

http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/news/beinleidis-nsi-tapti-2-0/