Håkan Ericson hevur sammett við í Parkini í Keypmannahavn fríggjakvøldið gjørt fleiri broytingar, nú hann hevur sett liðið, sum um ein tíma fer á vøllin í Ísrael.
Í Parkini var Teitur Matras Gestsson málverji. Í kvøld er Gunnar Nielsen málverji.
Teir fimm í verjuni eru teir somu, sum teir vóru í Parkini – René S. Joensen, Odmar Færø, Hørður H. Askham, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen.
Gunnar Vatnhamar er leikbannaður, og Brandur Hendriksson Olsen er tøkur aftur eftir leikbann. Brandur er á sentrala miðvøllinum saman við Jákup B. Andreasen, sum við avrikinum fríggjakvøldið spældi seg á liðið í kvøld. Umframt Jákup er tað merkisvert, at Hørður H. Askham avrikaði so væl í Parkini, at hann aftur er í miðverjuni, har hann er saman við Odmar Færø og Sonna Ragnar Nattestad.
Klæmint A. Olsen varð skiftur inn í Parkini, har hann skoraði einasta málið, sum higartil er skorað ímóti Danmark í hesi HM undankappingini.
Jóan Símun Edmundsson fór stutt eftir steðgin av vøllinum í Parkini. Hann er tøkur aftur, og Jóan Símun er fremsti maður í kvøld, meðan Klæmint A. Olsen er á beinkinum.
Føroyar: Gunnar Nielsen - René S. Joensen, Odmar Færø, Hørður H. Askham, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Hallur Hansson, Brandur H. Olsen, Jákup B. Andreasen, Sølvi Vatnhamar - Jóan Símun Edmundsson
Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Mattias Lamhauge, Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Jóannes Bjartalíð, Hannes Agnarsson, Klæmint A. Olsen, Bjarni Petersen, Tróndur Jensen, Petur Knudsen, Heðin Hansen og Patrik Johannesen
Venjari: Håkan Ericson
Hjálparvenjari: Eli Hentze











