FIFA hevur í dag dagført styrkislistan. Føroyar eru farnar sjey pláss fram og liggja nú nummar 175. Seinast lógu vit nummar 182.
Tað er 1-1 javnleikurin í móti Kasakstan á Tórsvølli fríggjakvøldið, sum sæst aftur í nýggjastu útgávuni av FIFA/Coca-Cola World Ranking.
Brøðratjóðin fyri norðan, Ísland er eisini farin fram á listanum. Íslendingar, sum júst hava tryggjað sær play-off dystir til HM-endaspælið í 2014, eru farnir átta pláss fram og liggja nú nummar 46.
Annars eru øll hini norðanlondini farin aftur á listanum. Danmark og Svøríki eru farin trý pláss aftur hvør og liggja nú nummar 25 og 26. Norra er farið átta pláss aftur og liggur nummar 47, eitt pláss aftanfyri Ísland.
Sí annars FIFA-styrkislistan HER.