- Svarið fór avstað í gjárkvøldi, og tað var noktandi, váttar føroyski samráðingarleiðarin Herluf Sigvaldsson
Síðani vitjanina hjá Mariu Damanaki í Føroyum í síðstu viku hevur landsstýrið vigað og mett um eitt tilboð frá fiskivinnukommisserinum hjá ES.
Á felags tíðindafundi hósdagin var tónin jaligur, og Jacob Vestergaard lovaði Mariu Damanaki eitt svar, áðrenn vikan var av.
Svarið var sent úr Fiskimálaráðnum í gjárkvøldi.
- Eg kann vátta, at svarið er farið avstað, og at svarið er noktandi, sigur føroyski samráðingarleiðarin Herluf Sigvaldsson.
Hann vil ikki í smálutir við, hvat liggur í tilboðnum frá Damanaki, og ei heldur grundgeva fyri noktandi svarinum.
- Her má eg vísa til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, sigur Herluf Sigvaldsson.
Les eisini:
Damanaki: Vit skulu hava eina semju
Nýtt tilboð frá ES til Føroyar









