Føroyar reistu seg í seinna hálvleiki

Hondbóltur: Eftir fyrra hálvleik lúrdi vandin fyri ógvusligum stórtapi, men eftir steðgin var føroyska spælið væl meiri ágangandi og hugflogsríkt

Donsku heimsstjørnurnar vunnu trivaligan sigur, tá ið tær seint seinnapartin vóru í høllini á Hálsi í Havn.

 

Úrslitið var 39-19. Í steðginum var 18-5. Tølini siga, at Føroyar stóðu seg væl betur eftir steðgin, enn tær gjørdu í fyrra hálvleiki.

 

Føroysku kvinnurnar vóru fjálturstungnar í fyrra hálvleiki, og tá sá tað út til, at munurin kundi fara at verða meiri enn 20 mál, tí tá vóru persónligu mistøkini nógv og stór, og danska liðið, sum telist millum tey 5-6 bestu í heiminum, var eirindarleyst at sekta mistøkini.

 

Danska verjuspælið var sera sannførandi, og ellivu minuttir vóru farnir, tá ið danski málverjin Sandra Toft fyrstu ferð noyddist í málið eftir bóltinum. 

 

Í seinna hálvleiki var føroyska liðið væl betur. Sjálvsálitið var størri, tær vóru grammari og spældu við størri móti í verjuni, og tær tordu betur at bjóða av í álopsspælinum.

 

Føroyskur toppskjútti var Súna Krossteig Hansen við fýra málum, og Turið Arge Samuelsen, Jana Mittún og Marianna Geirsdóttir Eystberg skoraðu trý mál.

 

Føroyar: Annika Fríðheim Petersen, Marianna Geirsdóttir Eystberg (3), Súna Krossteig Hansen (4), Marita Mortensen, Bjarta Osberg Johannesen (1), Kristianna Henneberg Joensen, Durita Christophersen Jojic, Turið Arge Samuelsen (3), Rakul S. Wardum, Maria Halsdóttir Weyhe (2), Pernille Brandenborg (1), Nina Katrina Johansen, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen (2), Guðrið Ellingsgaard, Lív Bentsdóttir Zachariasen og Jana Mittún (3).

 

Danmark : Anne Mette Hansen (6), Lærke Nolsøe Pedersen (5), Kristina Jørgensen (5), Simone Böhme (3), Laura Damgaard Lund (3), Trine Østergaard (3), Rikke Iversen (3), Louise Burgaard (3), Line Haugsted (2), Mia Rej (2), Mie Højlund (2), Maria Lykkegaard (1), Emma Cecilie Friis (1). 

 

0-1 Kristina Jörgensen

0-2 Lærke Nolsøe Pedersen

0-3 Trine Jensen Østergaard

0-4 Lærke Nolsøe Pedersen

0-5 Lærke Nolsøe Pedersen

0-6 Mie Højlund

1-6 Marianna Geirsdóttir

1-7 Trine Jensen Østergaard

1-8 6 Mie Højlund

2-8 Maria Weyhe

2-9 Kristina Jorgensen

2-10 Lærke Nolsøe Pedersen

3-10 Turið Arge Samuelsen

3-11 Kristina Jorgensen

3-12 Rikke Iversen

4-12 Súna Hansen

4-13 Anne Mette Hansen

4-14 Line Haugsted

4-15 Lærke Nolsøe Pedersen

4-16 Anne Mette Hansen

5-16 Maria Weyhe

5-17 Louise Burgaard

5-18 Trine Jensen Østergaard

 

Hálvleikur

 

5-19 Mia Rej

6-19 Súna Hansen

6-20 Emma Cecilie Friis

7-20 Marianna Geirsdóttir

7-21 Laura Damgaard Lund

8-21 Súna Hansen

8-22 Anne Mette Hansen

9-22 Jana Mittún

9-23 Rikke Iversen

9-24 Line Haugsted

9-25 Laura Damgaard Lund

10-25 Pernille Brandenborg

10-26 Anne Mette Hansen

11-26 Marianna Geirsdóttir

11-27 Anne Mette Hansen

11-28 Simone Böhme

11-29 Simone Böhme

11-30 Simone Böhme

12-30 Bjarta Osberg

12-31 Anne Mette Hansen

12-32 Rikke Iversen

13-32 Turið Arge Samuelsen

13-33 Laura Damgaard Lund

14-33  Súna Hansen

14-34 Kristina Jörgensen

14-35 Kristina Jörgensen

14-36 Maria Lykkegaard

15-36 Lív Sveinbjørnsdóttir

15-37 Mia Rej

16-37 Jana Mittún

17-37 Lív Sveinbjørnsdóttir

18-37 Jana Mittún

18-38 Louise Burgaard

18-39 Louise Burgaard

19-39 Turið Arge Samuelsen