Føroyar parkerar trolararnar

Tað skrivar Belfast Telegraph, sum ikki er í iva um, at Norðurírland vinnur

Norðurírska blaðið, The Belfast Telegraph, hevur gjørt nógv burturúr EM undankappingar dystinum í kvøld millum Norðrírland og Føroyar.

 

Har skriva teir millum annað, at Føroyar óiva parkera trolararnar frammanfyri málinum. Á fótbóltsmáli verður tað rópt, at parkera bussin, tá eitt lið leggur seg langt aftur á vøllin at verja. Hetta er tað væntað verður av føroyska landsliðnum, sum sambært blaðnum kemur at tapa 3-0 í kvøld.

 

Venjarin, spælararnir, fyrrverandi spælarar og áskoðararnir eru hinvegin meiri varnir. Her verður í fleiri førum víst á, at Norðurírland hevur havt trupulleikar av Føroyum og øðrum smátjóðum í fótbólti.

 

Millum teirra sum ávarar móti at taka ov lætt upp á uppgávuna er legendariski norðurírski málverjin, Pat Jennings. Hann sigur, at tú skalt ansa eftir londum sum Føroyum.

 

So fáa vit at síggja, um føroyska landsliðið parkerar trolararnar til landsdystin í kvøld.