Føroyar og Grønland eru í lyklastøðu

Sambært Gallup er tað javnt millum tey, sum vísa á Lars Løkke Rasmussen og Helle Thorning-Schmith

Um úrslitið av fólkatingsvalinum verður, sum nýggjasta Gallup kanningin vísir, so fáa føroysku og grønlendsku fólkatingslimirnir avgerandi leiklut, tá ið tað skal gerast av, um Helle Thorning-Schmidt ella Lars Løkke Rasmussen skal verða danskur forsætismálaráðharri.

Gallup kanningin í dag sigur, at 49,9 prosent av veljarunum taka undir við flokkunum, sum stuðla Lars Løkke Rasmussen, og at 49,8 prosent taka undir við flokkunum, sum stuðla Helle Thorning-Schmidt. Tá ið Gallup kanningin verður umroknað til fólkatingslimir, so fáa flokkarnir, ið stuðla Lars Løkke Rasmussen 87, og flokkarnir, sum stuðla Helle Thorning-Schmidt fáa 88 tingsessir.

Umframt teir 175 sessirnar, sum verða mannaðir í Danmark, velja Føroyar og Grønland tvey umboð í part í fólkatingið. Harvið ber støðan í Danmark í dag á tað borðið, at tað verða fólkatingslimirnir úr Føroyum og Grønlandi, sum fara at gera av, um tað verður Lars Løkke Rasmussen ella Helle Thorning-Schmidt, ið kann telja til 90 og harvið meirilutan í fólkatinginum.

Kanningin hjá Gallup samsvarar ikki við tvær aðrar kanningar, sum vórðu kunngjørdar fyrr á degnum. Felags fyri kanningarnar hjá Voxmeter og Greens er, at í teimum leggja flokkarnir, sum stuðla Lars Løkke Rasmussen sjógv millum seg og teir flokkarnar, sum stuðla Hella Thorning-Schmidt. Um úrslitið verður, sum hesar báðar kanningarnar benda á, so fáa føroysku og grønlendsku umboðini ikki lyklaleiklutin, sum kanningin hjá Gallup í dag leggur upp til, at teir fara at fáa.