Í gjár vórðu fíggjarmálaráðharrar úr øllum heimspørtum samlaðir í Berlin, har stríð móti skattaundandrátti var á dagsskrá.
Í tíðindaskrivi, boðar Fíggjarmálaráðið frá, at trupulleikin við altjóða skattaundandrátti hevur verið frammaliga á altjóða politisku dagsskránni seinnu árini, sum hevur kravt, at lond binda seg at hjálpa hvørjum øðrum við upplýsingum í skattamálum.
- Eg fegnist um avtaluna, og um, at vit nú eru sjálvstøðugur partur í hesum avtalum. Frammanundan vóru vit einans við sum ein partur av Danmark, men nú hava vit tikið stigið fult út, og vit eru nú sjálvstøðugur partur í hesum arbeiði, sigur Jørgen Niclasen í tíðindaskrivinum.
Føroyar eru sostatt millum 52 undangongulond í altjóða skattaavtalu, sum framanundan høvdu bundið seg at lata skattaupplýsingar eftir áheitan. Nýggja avtalan, sum eftir ætlan verður sett í verk í 2017, tryggjar, at hesir upplýsingarnar verða latnir sjálvvirkandi.