Føroyar liggja undir ímóti Kosovo

Í dag verður Kosovo fyri fjórðu ferð mótstøðuliðið hjá Føroyum í fótbóltslandsdysti

B36 málverjin Mattias H. Lamhauge verður í kvøld aftasti skansi á føroyska liðnum. Hetta er aðru ferð, at hann fer at verja føroyska málið. Fyrra ferðin var, tá ið Føroyar 29. mars undir venjingarlegu í Spania vunnu 1-0 ímóti Liktinstein

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í ársins síðsta landsdysti. Hann verður í Pristina í Kosovo. Í dag eru fleiri vinardystir millum tær tjóðirnar, sum ikki kvalifiseraðu seg at vera við í HM endaspælinum. Eitt nú spælir Ísland á útivølli ímóti Letlandi. Har var fyrsta bríksl klokkan 14, og tað ber til at fylgja við á RUV.

 

Í Pristina skulu Føroyar royna at reisa seg eftir vónbrotið, sum tað var mikukvøldið, tá ið Føroyar í lítið sannførandi avriki í Kekkia løgdu rygg til 5-0 tap.

 

Sambært frásøgn hjá Tróndi Arge fyrr í dag úr Pristina, so verður føroyska liðið soleiðis mannað í dag:

 

Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Gilli Rólantsson, Andrias Edmundsson, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Noah Mnenéy, René Shaki Joensen, Meinhard E. Olsen – Pætur J. Petersen, Patrik Johannesen.

 

Føroyar og Kosovo hava tríggjar ferðir áður dystast í fótbóltslandsdysti, og Føroyar hava enn ongantíð vunnið ímóti Kosovo. Fyrsta ferðin var í vinardysti 3. Juni 2016, tá ið Kosovo vann 2-0. Tann dysturin varð spældur í Frankfurt í Týsklandi. Síðani var tað í Nations League kappingini fyri fýra árum síðani. Ta ferðina vann Kosovo 2-0 á heimavølli, meðan tað í Føroyum endaði 1-1. Fimm minuttir eftir steðgin javnaði René Shaki Joensen til 1-1, eftir at Kosovo í 9. minutti setti hol á.

 

Frá javnleikinum 14. oktober 2018 á Tórsvølli eru tað tríggir spælarar, sum vóru millum teir fyrstu ellivu ta ferðina, og sum eisini vera millum teir fyrstu ellivu í dag. Umframt René Shaki Joensen eru tað Viljormur Davidsen og Gilli Rólantsson Sørensen.  

 

B36 málverjin Mattias H. Lamhauge verður í kvøld aftasti skansi á føroyska liðnum. Hetta er aðru ferð, at hann fer at verja føroyska málið. Fyrra ferðin var, tá ið Føroyar 29. mars undir venjingarlegu í Spania vunnu 1-0 ímóti Liktinstein