- Føroyar og enntá Danmark eru smáar tjóðir í heimshøpi, men vit kunnu veita ein lítlan part, okkara part, av hjálpini, sigur Andreas Kamm, aðalskrivari í Dansk Flygtningehjælp.
Mánakvøldið helt hann ein fyrilestur um flóttafólk í Løkshøll. Tað var partur av eini fyrilestrarrøð, sum Tiljar skipaði fyri. Hini, ið hildu fyrilestur vóru Rúni Joensen fyri Vinnumálaráðið, Ken Nónklett fyri Útlendingastovuna, Regin Jacobsen úr Bakkafrost og David Im úr Klaksvíkar kommunu.
- Tað eru 52 milliónir flóttafólk í heiminum í dag, fleiri enn nakrantíð síðani 2. heimsbardaga, greiddi Andreas Kamm frá, men, segði hann víðari, samstundis sum talið á flóttafólkum er methøgt, gongur verri enn nakrantíð at fáa teimum hjálp.
Stórsta flóttafólkakreppan í løtuni er í Sýria, har yvir 14 milliónir fólk eru flýdd úr heimum sínum. 75 prosent av teimum eru kvinnur og børn.
Hann harmast um, at kjakið í vesturheiminum í dag í stóran mun viðgerð spurningin um, hvussu vit kunnu sleppa undan at taka ímóti flóttafólki, heldur enn at tosa um, hvussu vit kunnu hjálpa teimum. Í Evropa, eins og í Føroyum, verður nógv tosað um, at vit fyrst og fremst eiga at hjálpa flóttafólkunum har tey eru, í nærumhvørvinum.
– Sjálvandi skulu vit hjálpa teimum í nærumhvørvinum, og meginparturin av tí hjálpararbeiði, sum verður gjørt, verður gjørt í nærumhvørvinum, sigur Andreas Kamm, og vísir aftur á, at tveir triðingar av øllum flóttafólkum eru innanhýsis flóttafólk.
– Tað er bíligari, meiri fæst fyri pengarnar, men tað er eisini nógv verri og vandamiklari at gera hjálpararbeiði í krígsstøðum. Tí kann hetta ikki vera ein spurningur um antin/ella, men heldur bæði/og.
Hann heldur tó heilt víst, at vit eiga at hjálpa, og fyri Føroyar sær hann tríggjar møguleikar.
- Føroyar kunnu senda pengar til neyðhjálpararbeiðið í økinum. Harumframt kunnu tit senda útgerð og fólk oman til Miðjarðarhavið. Triðji møguleikin er at bjóða flóttafólki til Føroyar, inntil tey kunnu fara heim aftur.
- Føroyar og enntá Danmark eru smáar tjóðir í heimshøpi, men vit kunnu veita ein lítlan part, okkara part, av hjálpini, sigur Andreas Kamm, aðalskrivari í Dansk Flygtningehjælp, at enda.
Les meiri um flóttafólkastøðuna í heiminum í Vikuskiftissosialinum, ið er í sølubúðunum longu í kvøld