Føroyar í eini ómøguligari og ónøktandi støðu

Hetta er grov valdsmisnýtsla ímóti Føroyum og landsstýrið má gera vart við seg alt fyri eitt

Hetta vísir, hvussu grov valdsmisnýtsla er farin fram ímóti Føroyum.

Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.

Hann sigur, at landsstýrið má alt fyri eitt taka støðuna í Ukreina til til viðgerar.

 

- Enn hevur ongin politisk viðgerð verið á løgtingi ella í landsstýri av teirri álvarsligu støðu, sum russiska innrásin í Ukreina hevur fyri fólkið har, fyri Evropa og fyri stórpolitiska valdsspælið í heiminum, staðfestir hann

- Fyri Føroyar er støðan eisini heilt ítøkilig, tí Danmark situr nú, eisini vegna Føroyar, og samráðist í ES um tiltøk mótvegis Russlandi.

 

Samstundis hava Danmark og ES boykoytta Føroyar og tí hava vit verið noydd til at útflyta til Russland og  Ukreina.

 

- Føroyar eru tí komnar í eina enn meiri ómøguliga og ónøktandi støðu, sigur Høgni Hoydal.

 

Hann hevur nú sett løgmanni nakrar ítøkiligar spurningar um, hvussu ætlanin er at takkla støðuna í Ukreina.


- Tann margháttliga støðan fyri Føroyar er upp aftur meiri ógvuslig, tá ið hugsað verður um, at tey tiltøk, ið Danmark og ES tosa um at seta í verk ímóti Russlandi, eru nógv veikari enn tey revsitiltøk, tey hava sett í verk ímóti Føroyum, sigur formaðurin í Tjóðveldi.

 

- Tí átti landsstýrið sjálvsagt sum minsta mark alt fyri alment at havt varpað ljós á støðuna og kravt, at Danmark og ES taka handilsstongsulin ímóti Føroyum aftur beinanvegin.



- Hartil eigur landsstýrið sjálvsagt at hava eina rødd og eina støðu til gongdina í Ukreina.

Høgni Hoydal vil tí hava at vita frá løgmanni,hvussu landsstýrið metir støðuna í sambandi við stríðið millum Russland og Ukreina, og hvørja støðu hevur landsstýrið til gongdina.


Hann vil eisini hava at vita, hvørjar avleiðingar, landsstýrið heldur, at støðan fer at hava fyri viðurskiftini ímillum ES og Russland og fyri valds- og trygdarspurningar í Evropa sum heild ogm hvøjar avleiðingarnar verða fyri Føroyar.

 

Somuleiðis vil formaðurin í Tjóðveldi hava at vita, hvussu nógvar fundir, og hvat samskifti, landsstýrið hevur havt við donsku stjórnina, har Føroyar hava fingið veruliga ávirkan á hetta mál av stórum uttanríkispolitiskum og trygdarpolitiskum týdningi, soleiðis sum ásett er í sonevnda Fámjinsskjalinum.


- Á hvønn hátt hevur landsstýrið lagt trýst á Danmark og ES og hevur kravt, at hendan støðan eigur umgangandi at elva til, at ES-boykottið ímóti Føroyum verður tikið av, spyr Høgni Hoydal.