Føroyar hildu dønum á pínubeinkinum í 85 minuttir

Framúr felags føroyskt avrik var um reppið at bera við sær, at danir fyri fyrstu ferð í hesi undankappingini mistu stig

Kroatiski dómarin, sum ikki var so blíður við vertirnar, hevur bríkslað fyri síðstu ferð á Tórsvølli. Máltalvan vísir 0-1, og danir eru lættir um, at tað fimm minuttir undan, at vanliga leiktíðin var farin, loksins eydnaðist at skora sigursmálið.

 

Føroyingar eru vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at halda tørn um málleysa javnleikin. Áskoðararnir eru á gosi, og tað er eingin ivi um, at teir eru ógvuliga væl nøgdir við avrikið hjá teirra monnum.

 

Áskoðararnir hoppa, klappa og takka fyri megnar avrikið, sum heimamenninir í kvøld vístu ímóti risastóru donskum favorittunum.

 

Einasta málið stútaði Jonas Wind umvegis handara stólpan, eftir at tað við frísparki var lagt innfyri úr høgru. Tað var í sambandi við hetta frísparkið, at René S. Joensen sá gult fyri aðru ferð, og so vóru føroyingarnir undirmannaðir síðstu fimm minuttirnar og teir fýra, sum dómarin legði aftrat.

 

Håkan Ericson spenti álopsbogan, Andreas Lava Olsen og John Frederiksen vórðu skiftir inn, og John Frederiksen hevði góða roynd, men Kasper Svhmeichel bjargaði.

 

At Danmark vann 1-0 ímóti Føroyum kann ikki sigast at vera annað enn eitt føroyskt bragd. Allir teir føroysku spælararnir vístu heilt heilt øðrvísi avrik, enn teir gjørdu mikukvøldið, tá ið tað endaði við stórtapi ímóti Ísrael.

 

Teitur Matras Gestsson var framúr í málinum, og hinir báðir nýggju menninir – Hallur Hansson á miðvøllinum og Jóan Símun Edmundsson í fremstu ódnini – vóru við til at lyfta liðið, og allir hinir stóðu einki aftanfyri.

 

Tað eyndaðist ikki at vinna stig, og tískil fer tað ikki at eydnast at vinna fýra stig úr hesum trimum heimadystunum. Men hugburður og avrik var av sovornum slagi, at spælarar og áskoðarar fara væl nøgdir til hús, og at allar fótbólts Føroyar nú gleða seg til týskvøldið, tá ið tað fer at eydnast at vinna trý stig, um spælararnir vísa hugburð og avrik, sum teir gjørdu í kvøld.