Í annaðkvøld klokkan 18 spælir føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti annan dystin í hesari Nations League kappingini.
Dysturin í bólki 1 í Nations League deild C verður á útivølli móti Gibraltar.
Farna friggjakvøld taptu Føroyar 0-3 fyri Slovakia, og Gibraltar tapti 0-1 fyri Montenegro.
Føroyar hava eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á gibraltanskan heimasigur liggja millum 5,70 og 10.00.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,90 og 7,60.
Oddsini upp á føroyskan útisigur liggja millum 1,20 og 1,33.
20. februar í 2022 vunnu Føroyar í einum venjingardysti 1-0 á Gibraltar. Tá skoraði Julia Naomi Mortensen sigursmálið.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##