Føroyska landsliðið er enn sum áður undirmett, tá ið Ungarn er á vitjan á Tórsvølli í kvøld. Ikki færri enn 92 veddingarfyritøkur hava odds upp á dystin, og sambært teimum, so er Ungarn stórur favorittur – tó ikki eins stórur favorittur sum eitt nú Finnland var ímóti Føroyum.
Miðal-oddsið á Føroyar hjá teimum 92 veddingarfyritøkunum er 8,34. Tað merkir, at tær meta, at Føroyar hevur umleið 11% møguleika at vinna dystin. Tær meta, at tað er 19% møguleiki fyri javnleiki og 70% møguleiki fyri ungarskum sigri.
Um onkur væntar, at Føroyar fara at vinna í kvøld, so er tað eitt gott hugskot at tippa hjá Centrebet ella William Hill. Har er oddsið á Føroyar 10.