Føroyar gera sáttmála við russar fyri næsta ár

Nú er greitt, at politiskur meiriluti er fyri, at Føroyar gera nýggja fiskivinnuavtalu við russar fyri komandi ár. Tað kom fram á framløgufundi hjá Javnaðarflokkinum í dag

 

Javnaðarflokkurin er ein av flokkunum, sum greitt hevur sagt, at vit ikki eiga at gera nýggja fiskiveiðuavtalu við Russland fyri 2023. Men hóast tað, so heldur flokkurin, at tað nú er ov seint at steðga samstarvinum fyri næsta ár. Tað sigur Aksel V. Johannesen, tá in.fo spurdi hann um støðu floksins til nýggjan sáttmála við Russland.

Aksel V. Johannesen segði, at Javnaðarflokkurin hevur sagt, greitt og týðuliga, at vit eiga at steðga fiskivinnusamstarvinum við Russland.

– Vit hava sagt, bæði alment og á fundi við løgmann og politisku flokkarnar, at vit eiga at fara undir at fyrireika, at vit einki fiskivinnusamstarv hava við Russland, tí tað hevur stóran týdning fyri reiðaríini og fyri manningarnar. Men einki er fyrireikað. Og nú eru vit koyrd út í eitt valstríð, og hvørki Løgtingið ella landsstýrið er arbeiðsført fyrr enn eftir jól. Tí eru vit komin í eina rættiliga trupla støðu, segði Aksel V. Johannesen.

Hann segði, at flokkurin hevur mælt til hetta, tí tey halda, at tað ber ikki til, og at tað ikki er etiskt rætt at gera eina avtalu við eitt, sum er í kríggi í Ukraina, har tað doyggja nógv fólk, eisini ósek fólk, bæði børn og kvinnur og gomul fólk.

– Og við eitt land, sum hóttir við at brúka kjarnorkuvápn, segði hann. 

– Og her er at leggja til merkis, at tað ikki snýr seg um eina avtalu millum eitt russiskt felag og eitt føroyskt felag, men millum Føroyar sum land og Russland sum ríki. Tað vil siga við stýrið hjá Vlademir Putin. 

– Tí hava vit mælt til, at vit ikki skulu gera eina avtalu, men sum støðan er í løtuni, har einki er fyrireikað, og tað er ein meiriluti í Løgtinginum fyri at gera eina avtalu fyri 2023, so halda vit, at tað er í lagi at gera eina avtalu fyri 2023.

– Men koma vit í landsstýri eftir valið, so fara vit beinanvegin undir at fyrireika, at eingin avtala verður fyri 2024. Og tað skulu vit gera soleiðis, at vinnan og manningar koma so væl burtur úr tí sum møguligt, og har eru tvinnir møguleikar. Tað er jú ikki soleiðis, at vit fáa nakað frá russum, tá tað kemur til fiskivinnusamstarvið, men tað er eitt umbýti, stert fyri stert, ella krónu fyri krónu, og tá vit ikki hava nakra avtalu við russar, so hava vit teir stertarnar, sum kunnu umbýtast við onnur, eitt nú Noreg, segði Aksel V. Johannesen.

Hann sipaði til, um tað ber til at fáa ta kvotuna í norska partinum av Barentshavinum.

– Tað verður trupult, men tað er vert at royna. Og um tað ikki ber til, so má vinnan í Føroyum leggja um og fiska uppsjóvarfiskin, sum vit í dag lata russum, segði Aksel V. Johannesen. 

Áður hava øll valevni hjá Tjóðveldi í felag boðað frá, at tað ber ikki til at gera broytingar her og nú, uttan at tað gongur hart útyvir føroysk húsarhald og brikslað landsstýrinum fyri at hava tveitt landið út í valstríð uttan at gera nakað við málið.