Eg búði einaferð í einum grannalagi, har ein av nábúgvunum hevði hund. Hetta var ikki ein serliga fittur hundur. Hann var aggressivur og knurraði, hvørjaferð eg nærkaðist okkara húsum. Mær dámdi hann satt at siga einki.
Sum tíðin leið, byrjaði eg tó at skilja, hví hundurin uppførdi seg, sum hann gjørdi. Ein heitan summarmorgun hugdi eg út gjøgnum køksvindeygað og sá, at hundurin varð bundin við eini reim og koyrdur út í havan at vera. Reimin var øgiliga stutt, so hann fekk ikki flutt seg nakað serligt. Seinni á degnum fór hundurin at goyggja og hvína, tí hann vildi sleppa úr sólini. Vatnskálin var tóm, og eingin skuggi var at svala sær á í.
Eigarin hoyrdi eisini hundin og reageraði við at rópa og geyla eftir honum. Tá tað ikki riggaði, tveitti hann harðliga eina spann fulla av vatni út gjøgnum vindeygað beint í gronina á hundinum.
Um kvøldið stóð hundurin framvegis bundin, og tá ætlaði eg at ringja eftir myndugleikunum. Mamma fortaldi mær tá, at onkur í grannalagnum, sum eisini hevði sæð hundin í sólini allan dagin, longu hevði roynt. Viðkomandi hevði fingið at vita, at einki var at gera.
Hetta er bert eitt dømi um, at djóraverndarlógin ikki verjir, sum hon skal. Nógv verri dømi finnast, og tað er óhugnaligt at hugsa sær, hvussu lætt tað er at fara illa við djórum her í Føroyum, uttan at tað fær avleiðingar. Til dømis stendur einki í lógini um, hvussu leingi eitt djór kann vera innilæst ella um krøv viðvíkjandi reinføri. Hetta merkir, at eitt djór kann standa í egnum landi í óavmarkaða tíð og næstan aldri sleppa út – um bert atgongd er til mat, vatn og skjól.
Hetta er fúl skomm og eigur ikki at koma fyri. Tað er alneyðugt við einari dagføring av djóraverndarlógini sum skjótast. Politiska skipanin eigur at virða djórini við at geva teimum ta vernd, tey eiga hava rætt til, og eg skal gera mítt til, at Føroyar verða fyri øll – eisini djórini.
Oda Kjartansdóttir Strøm
Valevni fyri Javnaðarflokkin









