Føroyar fyri øll

Tað harmaði meg at lesa grein hjá partamanni mínum og fyrrverandi Klaksvíkinginum Boga Andreasen.

Umframt at sita í býráðnum í Havn, so situr Bogi eisini við jøvnum millumbilum í løgtinginum.  Hann skrivaði  grein í vikuskiftinum, at lokalpolitikkur ongantíð hevur verið verri enn tað sama. Nú snúði tað seg  fyrst og fremst um at kradda til sín heldur enn at hugsa , hvat tænti landi okkara best.

 

Lokalpolitikarin í høvuðsstaðnum peikaði  m.a. á, at hetta ger seg galdandi  innan almannaverkið, heilsuverkið og skúlaøkið.

 

Skúlaøkið

 

Vil minna lokalpolitikaran í Havnini á, at  í løtuni verður Marknagilsdepilin bygdur.  Hesin kostar eina hálva milliard og er staðsettur  í høvuðsstaðnum.  Er tað  her, at lokalpolitikkur skuggar ?  ella er tað her, tað  fyrst og fremst snýr seg um  at kradda til sín heldur enn at hugsa, hvat tænir landi okkara best ?

 

Heilsuøkið

So er tað Heilsuverkið.   Landssjúkrahúsið  skal  byggjast út og nútímansgerast fyri ca. hálva milliard.  Er tað her lokalpolitikkur,  sum skuggar,  ella er tað her, tað fyrst og fremst snýr seg  um, at kradda til sín heldur enn at hugsa , hvat tænir landi okkara best ?

Almannaverkið

So koma vit til almannaverkið.  Barnahús, Sambýlið Eystan Heyg, Fountain hús. Fyrireikingar eru farnar í gongd at byggja Sambýlið til børn við autismu.

Hetta verður alt bygt í Havn.  

 

Snævurskygni

Haldi ein skal ansa sær eitt sindur, hvussu snævurskygdur  ein kann verða. Vit mugu leggja nalvaskoðan til viks,  og ikki  leypa øði í grindina fyri tað um fólkavaldir politikarar úti um landið  vága  sær at arbeiða fyri útjaðaranum. Lokalpolitikarar í høvuðsstaðnum mugu ikki uppfata hetta, sum órógv og forðan fyri framburði og álop á Havnina.   Føroyar eru  meira ein ein býur. Føroya land  eru allar Føroyar, úr Akrabergi til Viðareiðis og úr Hattarvík  vestur í Mykines.

 

Hvat ætla vit við Føroyum ?

Vit mugu spyrja okkum sjálvi,  hvat vit vilja við øllum Føroya landi. Skal tað vera liviligt í øllum Føroyum, ella bara innanfyri eina ávísa linju. Skal ALT vera í høvuðsstaðnum.  Skulu allir skúlar vera í høvuðsstaðnum, allir almennir stovnar ?  skal tað bara vera  eitt sjúkrahús ? skal allur inn- og útflutningur verða í høvuðsstaðnum ?

 

Tað er umráðandi, at vit so vítt møguligt hava eitt blandað búsetingarmynstur í Føroyum. At vit so vítt møguligt hava alt slag av fólki búgvandi runt í ymsu økjunum í Føroyum, um enn ikki úti á hvørjum smáplássi. At ikki alt tað útbúna fólkið er í høvuðsstaðnum, men eisini runt um landið.

Halda høvuðsstaðarlokalpolitikarnir fram við hesum áganginum móti útjaðaranum,  kann tað vera sera skjótt, at sjálvt Havnin verður ov lítil, sjálvt til okkar høvuðslokalpolitikarar. Tá vera Føroyar fátækari.

 

Niðursetandi býráðsformaður í Havn

Býráðsformaðurin í Havn er størsti lokalpolitikari Føroyar nakrantíð  hava fostrað. Tað hevur hann loyvi til, í kraft av, at hann er býráðsformaður í Havn.

Hann skrivar heilt ótrúliga niðursetandi um alt, sum er uttanfyri høvuðsstaðin. Tað er sera hugstoytt at lesa. Hann er formaður í KF, Kommunufelagið og har umboðar hann sum formaður allar kommunur í Føroyum.  Løgið at skriva soleiðis um ein, sum hann umboðar.  Hann biður klaksvíkingar um ikki bara at sita uppafturá og krevja, at krónurnar skulu koma rullandi úr høvuðsstaðnum sum ein sosialveiting. Hetta kann ikki fara óátalað aftur við borðinum. 

Sannleikin er jú, at tað er ráa vinnan,  sum heldur lív í øllum  Føroyum. Ein stórur partur av hesum virkar júst í norðurøkinum.  Hetta eigur sjálvt býráðsformaðurin í høvuðsstaðnum at vita, ella veit hann veruliga ikki hvørjum føroyingar liva av.  

 

Lokalpolitikkur útbyggir alt Føroya land.  

Lokalpolitikkur verður altíð brúkt sum nakað negativt. Sannleikin er, at Føroyar høvdu ikki verið so væl útbygdar í dag uttan lokalpolitikkarar runt úti um landið, sum kempaðu fyri sínum øki. Vit høvdu helst ongan Vágatunnil havt, ongan Norðoyatunnil, onga brúgv um Streymin, ongan Norðskálatunnil, Leirvíkstunnil og  eg kundi hildið á. Alt var bara dottið niður á Vaglið í Havn.

Soleiðis eisini við samferðsluni. Ongin politikari í miðstaðarøkinum vildi funnið uppá at grenja um samferðsluna út til Fugloyar og út í Mykines. Tí eru lokalpolitikarar gull verdir fyri økini runt í Føroyum, men ein tornur í eygunum á "lokalpolitikarum" í miðstaðarøkinum.

Somuleiðis við skúlaverkinum og heilsuverkinum. Klaksvíkar sjúkrahús hevur leingi verið ein tornur í eygunum á mongum og mong eru tey, sum ynskja tað niðurlagt, tíverri eisini nógvir politikarar.

Vit kunnu bert gita um framtíðina hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi um ongar lokalar kreftir vilja kempa fyri tí. Neyvan nakar í miðstaðarøkinum fer at arbeiða fyri tí. Tað er í hvussu er mín heilt greiða fatan. Í heila tikið, hvussu sær framtíðin út í Føroyum, um ongar lokalar kreftir eru eftir at kempa fyri nøkrum runt í landinum á ymsum økjum.

Hvør verður ríkari tá Føroyar ?

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

løgtingslimur.