Grønlendingar eru avgjørdir og sambært Múti B. Egede, landstingsformanni, so eru grønlendinger hvørki danir ella amerikanarar; “vi er grønlændere”, sum hann á donskum tók til á tíðindafundinum við Mette Frederiksen, forsætismálaráðharra í síðstu viku. Ein sterkur og stinnur hugsjónarmaður, sum veit hvønn veg Grønland skal, nevniliga at gerast eitt sjálvstøðugt land, og at rætturin at avgera hetta liggur hjá grønlendska fólkinum, sjálvandi!
Føroyar hava ikki fingið eins stórt fokus og Grønland, og tað hevur uttan iva sínar orsøkir, men at Føroyar hava ein sera stóran strategiskan týdning sum portrið til Arktisk, er ongin ivi um. Hetta fáa vit eisini javnan at vita frá teimum mongu vitjandi úti úr heimi, og eisini umboðum fyri amerikonsku stjórnina, sum javnan taka til, hvussu stóran strategiskan og verjupolitiskan týdning Føroyar hava.
Og tað hava Føroyar. Við einum land- og sjómarkið á 274.000 Km2, so hava vit stóran strategiskan týdning, bæði sjóvegis, men eisini loftvegis. Hetta síðsta hava vit eisini merkt ísv. kravið hjá NATO um at fáa ein loftseftirlitsradara settan upp í Føroyum til tess at dekka sokallaða GIUK gap í loftrúminum.
Ongin hevur tó í løtuni bjóðað uppá Føroyar, hóast áhugin hevur verið har áður. Fyri nøkrum árum skuldu japanarar keypa Føroyar, og spurningurin er allarhelst um tíð, inntil boð verða løgd inn eins og USA hevur gjørt við Grønlandi. Tað tykist sum Grønland og Føroyar verða viðfarin sum keypsvørur tí vit eru ikki sjálvstøðug lond. Vit eru hjálond hjá Danmark, og tá onkur annar eigur okkum, so er lætt so øðrum at hugsa, at tey eins væl kunnu keypa okkum, sum er eina søluvøru, ið til keyps. Hetta er ræðandi, tí sjálvandi eru hvørki Grønland ella Føroyar til keyps, og eins og Múti B. Egede segði, so eru vit eru hvørki japanarar, amerikanarar ella danskarar, “vit eru føroyingar - ein føroysk tjóð”
Sjálvstýrisrørslan
Føroyar eru ikki Grønland og fortreytirnar eru grundleggjandi øðrvísi í Føroyum enn í Grønlandi. Vit eru munandi minni heft av donskum pengum enn Grønland, sum fær 4 milliardir kr. í blokkstuðuli úr Danmark árliga, meðan okkara blokkstuðul er komin niður á 542 mió kr, tá hetta samgonguskeiðið er av. At vit harumframt hava fingið Merkið, egið mál v.m. er hugsjónarfólkum og sjálvstýrisrørsluni at takka. Stóru varðarnir á sjálvstýrisleið eru týdningarmiklir, tí teir hava flutt mørkini í okkara huga og hjørtum um fyri hvat vit kunnu, og hvat vit trúgva uppá vit kunnu. Var onki stríð og ongin rørsla, ja so var Føroyar onki annað enn okkara grannar í Hetlandi, Orknoyggjunum, Hebridunum, sum litið og onki sjálvræði hava, og sum seinastu árini hava havt stóra afturgongd búskaparliga eins og í fólktatala, ja hesi oyggjasamfeløg eru tíverri at kalla stagneraði og degenereraði.
Vit vera noydd at fáa so stóra mongd av politisku skipanini at taka undir við teimum stigum, ið vera tikin á sjálvstýrisleið, tí tað er føroya fólk, sum í síðsta enda skal taka endaliga stigið og taka endaliga avgerð um framtíð Føroya. Og tíbetur síggja vit at flokkar flyta seg, eisini teir sambandssinnaðu, og tað er veruliga at fegnast um. Hóast eitt nú sambandsfokkurin ikki er sinnaður at ganga eins langt og Tjóðveldi, so er tað gleðiligt, um vit kunnu fylgjast ein stóran part á vegnum, tí tað snýr seg ikki um alt ella onki, men at finna ein veg, sum gongur ímóti størri sjálvræði
Og vit eru samd um rættiliga nógv, hetta sóu vit m.a. Í WTO málinum, har ein samd uttanlandsnevnd, umboðandi allar flokkar á tingi, tóku undir við at Føroyar skulu hava limaskap í WTO, heimshandilsfelagsskapinum. Føroyar útflyta fyri áleið 12-13 milliardir um árið og vit hava tørv á, at føroyskar vørur fáa bestu marknaðaratgongd úti í heimi. Serliga í hesum døgum har fleiri av heimsins londum lata seg aftur og hótta við tollmúrum, tí mugu vit alla tíðina tryggja best møguligu marknaðaatgongdina hjá føroyskum vørum.
Um dagarnar undirritaði løgmaður arbeiðssetningin sum arbeiðsbólkurin skal gera smb grein 6 í heimastýrislógina at loysa áralongu trætuna fyri at fáa Føroyum limaskap í WTO. Hóast hetta fyri onkran tykist at vera lítið, so kann hetta gerast altavgerðandi fyri Føroyar og uttan mun til hvat úrslitið verður er tað gott fyri Føroyar, tí vit styrkja okkara búskap, sum harvið kann gera okkum minnið heft av donskum pengum umframt, at Føroyar fáa størri uttanríkispolitiskt rásarúm.
Tað er gleðiligt at hoyra, at løgmaður er sinnaður at kalla allar flokkar saman til tess at finna eina tjóðarsemju, Føroyum og føroyingum at frama. Vit hava í hesum samgonguskeiði fingið fleiri breiðar politiskar semjur tvørturum andstøðu og samgongu og tí eigur tað at bera til at finna eina tjóðarsemju um framtíð Føroyar og seta Føroyar fremst.
Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, og limur í uttanlands- og vinnunevndini