Nú verður arbeitt við at seta ein mannarættindastovn í Føroyum.
Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur fingið undirtøku frá landsstýrinum at seta ein arbeiðsbólk, at gera eitt tilmæli um, hvussu ein mannarættindarstovnur kann verða skipaður í Føroyum.
Hann sigur, at tá ið Føroyar hava verið til hoyringar í ST um mannarættindi í Føroyum, hevur tað verið ein afturvendandi atfinning frá ST, at vit ongan mannarættindastovn hava.
- Tað eru nøkur viðurskifti, sum eiga at vera í rættlag í einum landi, og hetta er eitt av teimum, sigur Landsstýrismaðurin.
- Vit kunnu ikki áhaldandi hava hesar atfinningar frá heimssamfelagnum ímóti okkum, og tí havi eg nú tikið stig til at skipa ein slíkan stovn í Føroyum, sigur Poul Michelsen.
Hann sigur, at talan verður neyvan um ein nýggjan, sjálvstøðugan stovn, heldur verður talan um at leggja hetta arbeiðsøki undir onkran stovn, sum vit longu hava.
Hvussu tað skal skipast, fer hann at lata arbeiðsbólkin koma við einum tilmæli um, men tað hevur verið nevnt at tað er hóskandi, at ein slíkur stovnur verður lagdur undir Løgtingsins umboðsmann.
Hann kann eisini verða lagdur undir okkurt av aðalráðunum í landsstýrinum, fyri at nevna tvey dømi.
Poul Michelsen sigur, at ætlaði mannarættindastovnurin verður ein kærustovnur, har fólk, sum meta, at teirra mannarættindi eru brotin, kunnu venda sær til.
Hann sigur, at sostatt kunnu vit nú boða ST frá, at vit taka hesar atfinningarnar til eftirtektar, og hava sett sjøtul á arbeiðið.
Føroyar hava eisini verið fyri atfiningum fyri ikki at loyva samkyndum hjúnalagi og fyri at hava ov linar revsingar fyri neyðtøkur í hjúnabandinum.
- Hetta eru eru viðurskifti, vit hava tikið til viðgerar, staðfestir Poul Michelsen.
Vit eru eisini fyri atfinngingum fyri ikki at hava nóg góðar útbúgvingar í Føroyum, men tað er ein atfinning, vit hava víst frá okkum.