Tað er hugvekjandi at síggja, hvussu nógv føroyingar leggja fyri í royndunum at sleppa at halda fram at drepa grind.
Tað siga tey í Sea Shepherd, nú tey hava verið í Føroyum í eina góða viku.
Hesa tíðina hava tey verið á fundi við løgregluna, har tey eru kunnað um nýggju grindalógina og um tær nýggju heimildir, løgreglan hevur fingið.
Tey siga, at løgreglan hevur vissað tey um, at nýggja grindareglugerðin er ikki bara gjørt fyri at verja grindráp ímóti Sea Shepherd, men at hon er er galdand fyri øll.
Sea Shepherd hevur fingið tað fatan, at tann, sum sær eina grind, hevur skyldu at boða løgregluni frá, annars er tað revsivert. Hetta er eisini galdandi fyri ferðafólk, hava tey í Sea Shepherd fingið fatan av.
Tey vísa eisini á, at løgreglan hevur fingið heimild til at leggja hald á skip, bilar, bátar, og aðra útgerð, sum verður brúkt í royndunum at forða fyri grindadrápi, og tað undrar tey eisini, at løgreglan hevur fingið heimild til at taka fólk, og at halda teimum aftur í upp til 12 tímar.
- Hetta minnir meg um støðuna í Suðurafrika, tá ið stórnin har av øllum alvi royndi at tvíhalda um rasuskilnaðarpolitikkin, apartheid, við alsamt at seta nýggjar lógir í gildi, sigur Rosie Kunneke, sum er átaksleiðari fyri Sea Shepherd á landi í Føroyum í ár, og sum sjálvt er úr Suðurafrika.